IRANSKU MYNDUGLEIKARNIR SKULU BEINANVEGIN STEÐGA ÆTLANINI UM AT AVRÆTTA MOHAMMAD REZA HADDADI, SUM VARÐ DØMDUR TIL DEYÐA EFTIR EIN ÓGVULIGA ÓRÆTTVÍSAN RÆTTARGANG. HANN VAR BARA 15 ÁRA GAMAL, TÁ IÐ HANN VARÐ DØMDUR, OG HEVUR NÚ BRÚKT ØLL UNGDÓMSÁRINI Í DEYÐAKLIVA.
Tað var í 2004, at Mohammad varð dømdur til deyða fyri eitt morð, sum hann skuldi hava framt sum 15 ára gamal. Hann játtaði seg sekan undir eini avhoyring, men tók játtanina aftur undir rættarganginum. Hann greiddi frá, at hann bara hevði átikið sær ábyrgdina av morðinum, av tí at hinir báðir ákærdu høvdu bjóðað familjuni hjá honum pengar, um hann játtaði seg sekan.
Undir rættarganginum greiddi Mohammad frá, at hann ongan lut átti í morðinum. Seinni váttaðu eisini hinir báðir ákærdu, at Mohammad var ósekur, og teir tóku sínar vitnisfrágreiðingar aftur. Hinir báðir ákærdu í málinum vóru myndigir, tá ið brotsverkið fór fram, men mótsett tí 15 ára gamla Mohammed fingu teir bara fongsulsrevsing. Eitt ár seinni helt hægstirættur í landinum kortini fast við deyðarevsingina hjá Mohammad.
Tann 10. oktobur er altjóða dagur móti deyðarevsing, og saman kunnu vit vísa iransku myndugleikunum, at heimurin hevur eyguni eftir teimum.
Mohammad hevur brúkt tey seinastu 14 árini í deyðakliva og er í dag 29 ára gamal.
Síðan Mohammad varð dømdur til deyða í 2004, hava myndugleikarnir í minsta lagi seks ferðir lagt avrættingina til rættis, men útsett hana í síðstu løtu eftir trýst frá almenninginum. Seinast tað hendi, var í 2016. At Mohammad aftur og aftur skal ígjøgnum hesa somu mylnuna, er ómenniskjansligt og vísir greitt, hvussu óndsinnað og vanærulig deyðarevsing er.
Seinast avrættingin varð útsett, royndi Mohammad at fáa rættarmálið hjá sær uppafturtikið. Men iranski hægstirættur sýtti fyri at viðgera umsóknina hjá honum.
Skriva undir beinanvegin, so at Mohammad ikki noyðist at brúka restina av lívinum í deyðakliva.
Málið hjá Mohammad er enn eitt dømi um, hvussu iranskir myndugleikar brúka ta andstyggiligu deyðarevsingina – eisini móti ómyndigum. Í 2017 avrættaði Iran 507 fólk. Hóast barnasáttmálan hjá ST halda iransku myndugleikarnir fram at døma ómyndig til deyða. Í tíðarskeiðinum frá januar 2015 til juli 2018 hevur Amnesty skjalprógvað í minsta lagi 89 avrættingar av persónum, sum ikki høvdu fylt 18, tá ið brotsverkið fór fram.
Vit krevja av iransku myndugleikunum:
- Steðgið ætlanunum um at avrætta Mohammad Reza Haddadi
- Syrgið fyri, at deyðadómurin hjá Mohammad verður ógildaður
- Haldið tykkara altjóða skyldur, sum strangliga forbjóða deyðarevsing fyri brotsverk framd av ómyndigum