Morðið á 22 ára gomlu Jinu Mahsu Amini, sum iranska siðalagsløgreglan bardi av, tí at hon ikki gekk rætt í hijabini, hevur elvt til mótmælir um alt Iran. Nú møtir løgreglan mótmælisfólkunum við deyðiligum harðskapi. Krev, at altjóðasamfelagið letur við seg koma!
Tann 13. septembur 2022 handtók iranska siðalagsløgreglan kurdisku Jinu Mahsu Amini í Teheran.
Eygnavitnir sóu hana verða avbarda í einum løgreglubili, og fáar tímar seinni varð hon førd á eitt sjúkrahús í koma.
Tríggjar dagar seinni doyði hon av løstunum.
Skriva undir og krev, at heimsins leiðarar taka stig til eina óhefta ST-kanning, sum kannar brot á altjóðarætt í Iran, so at tey seku kunnu verða drigin til svars.
Ráur og deyðiligur løgregluharðskapur
Kvinnur og gentur í Iran eru regluliga fyri tilvildarligari handtøku, píning og aðra ringari viðferð av siðalagsløgregluni, tí at tær ikki at halda lógir, sum gera mismun og áleggja kvinnum at hylja hárið.
Morðið á Amini hevur elvt til víðfevnd mótmælir um alt Iran. Mótmælisfólkini eru fyri ógvisligum løgregluharðskapi – og liggja stundum eftirá.
Vit hava skjalprógvað, at trygdarlið hava skotið við skørpum, skotið eftir mótmælisfólki við metalkúlum úr lítlari fjarstøðu, brúkt táragass og vatnkanónir og bart fólk av við lurki.
Tíggjutals ligið eftirá
Síðan Amini varð myrd, hava vit skrásett fleiri onnur mótmælisfólk, sum hava ligið eftirá. Teirra millum børn. Fólk í hundraðtali hava fingið álvarsliga skaða. Í minsta lagi tvey eru vorðin blind í øðrum ella báðum eygunum.
Tey flestu leita sær ikki viðgerð á sjúkrahúsum, tí tey bera ótta fyri at verða handtikin. Hetta veksur um vandan fyri ígerð og øðrum tilsløgum. Iransku myndugleikarnir hava stongt fyri internetinum í eini roynd at fjala út yvir síni brotsverk.
Í Iran valdar revsingarfrælsi, og tí hava iranskir myndugleikar hesi seinastu árini kunnað myrt mótmælisfólk í hundraðtali og pínt og farið illa við øðrum í túsundatali uttan at hugsa um nakrar avleiðingar.
Tíðin er búgvin til, at londini í Mannarættindaráðnum hjá ST átala revsingarfrælsið í landinum.
Krøvini hjá Amnesty
Vit krevja, saman við Amnesty Danmark, at danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, brúkar øll hugsandi amboð og sambond til at leggja trýst á limirnar í Mannarættindaráðnum hjá ST fyri at fá teir at
- taka stig til ein óhefta ST-kanning av mannarættindabrotum í Iran,
- so at tey seku kunnu verða drigin til svars.
Hví skriva undir?
Tess fleiri undirskriftir vit fáa, tess størri trýst fáa vit lagt á danska Uttanríkisráðið, so at tað ger alt, sum tað kann, fyri at fáa Mannarættindaráðið hjá ST at taka neyðug stig, so at iranskir myndugleikar kunnu verða drignir til svars fyri at myrða og fara illa við borgarunum í landinum.
HVAT VERÐUR AV UNDIRSKRIFTINI?
VIT HANDA DANSKA UTTANRÍKISRÁÐHARRANUM, JEPPE KOFOD, UNDIRSKRIFTINA.
Visti tú, at …
Tað rætta navnið á Mahsu Amini er Jina Amini. Foreldrini brúka hennara kurdiska navn, Jina. Iranska stýrið loyvir ikki kurdiskum nøvnum í almennum skjølum. Um tíggju prosent av teimum 84 milliónunum, sum búgva í Iran, eru kurdar.
SKRIVA UNDIR HER
Undirskriftainnsavnanin er endað.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.