EINI KRISTIN HJÚN Í IRAN ERU DØMD 10 ÁRA FONGSUL ORSAKAÐ AV SÍNI TRÚGV. AMNESTY INTERNATIONAL HEITIR Á IRANSKAR MYNDUGLEIKAR UM AT ÓGILDA DÓMIN OG STEÐGA JAGSTRANINI AV KRISTNUM Í LANDINUM. OKKUM TØRVAR TÍNA UNDIRSKRIFT TIL AT LEGGJA TRÝST Á IRAN.
Ímynda tær, at tú og familjan sita og eta jóladøgurða jólaaftan. Við eitt hoyrist eitt buldur úti í durinum, og trygdarherlið koma brestandi inn at rannsaka heimið hjá tær. Tú og tvey teirra, sum sita til borðs saman við tær, verða handtikin. Alt, tit hava gjørt, er at halda eina kristna hátíð.
Í Iran kann tað at útinna sína kristnu trúgv verða harðliga revsað. Og tað var júst tað, sum hendi tí iranska prestinum Victor Bet-Tamraz og konuni, Shamiram Issavi, á jólum í 2014. Victor og hini bæði vórðu fongslað og fingu einki samband við hvørki sakførara ella familjuna. Fleiri mánaðir seinni varð hann leyslatin móti veðhaldi.
Í 2017 kom Victor fyri rættin aftur. Hann varð dømdur tíggju ára fongsul, og Shamiram varð ákærd fyri brotsverk viðvíkjandi hennara kristnu trúgv. Í 2018 varð eisini hon dømd tíggju ára fongsul eftir næstan somu ákæru sum maðurin. Myndugleikarnir rættvísgera dómarnar við lýsa friðarligt virksemi sum tað at eta jóladøgurða, at halda samkomufund heima og at ferðast til kristiligar ráðstevnur sum ólógligt samkomuvirksemi, sum hóttir ríkistrygdina í Iran.
Í løtuni eru tey bæði leyslatin móti veðhaldi, meðan tey bíða eftir tí endaligu avgerðini í málinum.
SOLEIÐIS LJÓÐAR KRAVIÐ TIL IRAN
Tá ið tú skrivar undir, leggur tú saman við túsundtals øðrum trýst á iransku stjórnina. Saman heita vit á stjórnina um at:
- ógilda dómin yvir Victor og Shamiram, sum bara hava útint sína trúarsannføring gjøgnum sína kristnu trúgv.
- steðga jagstranini av kristnum og kristnum trúskiftingum, sum verða serliga illa jagstraðir í Iran.