Krev, at tann ógvisligi løgregluharðskapurin móti friðarligum mótmælisfólki í Hvítarusslandi heldur uppat. Skriva undir átakið nú!
Í seinastuni eru mótmælisfólk í túsundatali tust saman í gøtunum um alt Hvítarussland. Myndugleikarnir hava svarað aftur við harðskapi.
Krev, at myndugleikarnir steðga løgregluharðskapinum og virða talufrælsið. Skriva undir átakið nú!
Hví verður mótmælt?
Tað er tað vanliga fólkið í landinum, sum mótmælir teimum víðfevndu átøkunum, sum myndugleikarnir hava sett í verk síðan forsetavalið tann 9. august at kúga talu- og savningarfrælsið. Nógv halda, at Aleksandr Lukasjenko vann forsetavalið við valsviki.
Grovur og tilvildarligur løgregluharðskapur
Løgreglan hevur svarað teimum friðarligu mótmælunum aftur við grovum og tilvildarligum harðskapi. Á sosialum miðlum hava vit sæð, hvussu løgreglan hevur brúkt táragass, skelkgranatir og vatnkanónir til at spjaða mótmælisfólkið. Løgreglan hevur eisini tilvildarliga handtikið friðarlig mótmælisfólk.
Amnesty kannar málið
Kanningarfólk hjá Amnesty fylgja gongdini og hava skjalprógvað, at løgreglan hevur skotið við táragassgranatum og gummikúlum, har ið friðarlig mótmælir eru farin fram. Amnesty fær framvegis nýggjar frágreiðingar um, at handtikin mótmælisfólk eru fyri víðfevndari píning.
Vit krevja av myndugleikunum í Hvítarusslandi:
- at løgregluharðskapurin móti friðarligum mótmælisfólki og tíðindafólki heldur uppat beinanvegin,
- at teir virða talu- og savningarfrælsið,
- at teir syrgja fyri, at øll løgreglufólk kunnu eyðmerkjast við eitt nú persónligum navnaskelti ella nummari,
- og at teir seta í verk eina óhefta kanning at kanna mannarættindabrotini, sum hend eru, so at tey, sum hava ábyrgdina, verða drigin til svars fyri sínar gerðir.
Hví skal eg skriva undir?
Hvør einasta undirskrift ger sítt til at leggja trýst á myndugleikarnar í Hvítarusslandi, so at teir vónandi gera tað, sum krevst til at steðga tí ógvisliga løgregluharðskapinum móti mótmælisfólki.
Hvat verður av undirskriftini?
Undirskriftirnar verða sendar innanríkisráðharranum í Hvítarusslandi, Yuri Karaev.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.