FYLG ÁRSINS SKUNDMÁLUM – Hvat hava vit skrivað fyri, og hvat er nýtt í málunum?
Marinel Sumook Ubaldo úr Filipsoyggjum stríðist fyri at endurreisa nærsamfelagið hjá sær eftir eina oyðandi tropiska ódn. Skriva undir og stuðla stríðnum hjá henni fyri veðurlagnum
Longu 16 ára gomul var Marinel Sumook Ubaldo greið yvir, at hon mátti verja seg sjálva og nærsamfelagið hjá sær fyri teimum oyðileggjandi avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum.
Tann 13. novembur 2013 slapp hon undan tí tropisku ódnini Yolanda við lívinum. Ein tann harðasta tropiska ódnin nakrantíð, sum við 240 kilometrum um tíman elvdi til stórar oyðileggingar nakað mitt í Filipsoyggjum. 6000 fólk doyðu, og fólk í milliónatali, Marinel var ein teirra, mistu hús og heim.
Nú seks ár seinni hevur stjórnin í landinum framvegis ikki syrgt fyri at endurreisa tey oyðiløgdu økini. Fólk í túsundatali búgva undir sera vánaligum og óvirðiligum umstøðum við avmarkaðari atgongd at mati, vatni og reinførishentleikum, sum eru at rokna sum grundleggjandi mannarættindir. Eisini trýtur el í økinum, og tað er torført hjá nógvum at finna eitt arbeiði, sum tryggjar eina inntøku, sum til ber at liva av.
Eftir ódnina varð ein partur av fólkinum á staðnum endurhýstur í einum øki við eitri í undirgrundini. Ellivu fólk løgdust sjúk við nógvum fepri og doyðu seinni.
Røddin hjá teimum fátæku
Marinel hevur í dag eina útbúgving í sosialum arbeiði. Hon er ein kendur ungdómsaktivistur og brúkar frítíðina at stríðast fyri nærsamfelagnum og mannarættindunum. Hetta førdi hana í 2018 til New York, har ið hon helt talu í ST um veðurlagsbroytingarnar og hvussu ídnaðurin við lívrunnum brennievnum skundar undir tær.
”Eg eri ikki bara eitt veðurlagshagtal. Søgan hjá mær er bara ein av nógvum, og eg eri her fyri tala søkina hjá teimum viðkvomu og marginaliseraðu nærsamfeløgunum – máttu okkara røddir verið hoyrdar,” segði hon millum annað.
Fólk í milliónatali ymsastaðni heimum líða undir avleiðingunum av veðurlagskreppuni. Og serliga tey, sum eiga minstan lut í veðurlagsbroytingunum, merkja avleiðingarnar. Sum Marinel sigur:
“Londini, sum søguliga hava givið tað størsta íkastið til veðurlagskreppuna, merkja ikki virknaðin av henni enn. Tað er umráðandi, at tey lurta eftir okkara søgu, so at tey fata tær menniskjaligu avleiðingarnar.”
Í næstu viku er Marinel boðin at vera partur av sendinevndini hjá Amnesty á COP25, veðurlagsráðstevnuni hjá ST, í Madrid.
Skriva undir og stuðla stríðnum hjá Marinel fyri veðurlagnum!
Vit krevja, at:
*stjórnin í Filipsoyggjum syrgir fyri, at tey, sum sluppu undan tropisku ódnini Yolanda við lívinum, fáa atgongd at vatni, eli og tryggum bústaði, og
*at stjórnir í øðrum londum, serliga ídnaðarlondunum, veita menningarlondunum, sum av álvara merkja avleiðingarnar av veðurlagskreppuni, fíggjarligan stuðul.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.