MAGAI MATIOP NGONG VAR BARA 15 ÁRA GAMAL, TÁ IÐ HANN VARÐ DØMDUR FYRI EITT MORÐ, SUM Í VERULEIKANUM VAR EITT SYNDARLIGT ÓHAPP. HANN SITUR NÚ Í DEYÐAKLIVA Í EINUM FONGSLI Í SUÐURSUDAN. HJÁLP OKKUM AT FÁA HANN LEYSLATNAN.
Tá ið Magai Matiop Ngong var 15, elskaði hann at renna og syngja. Hann gekk í studentaskúla og droymdi um at sleppa at hjálpa øðrum, tá ið hann bleiv vaksin. Men dreymurin syndraðist, tá ið hann í 2017 varð dømdur sekur í morði.
DØMDUR FYRI MORÐ
Ein ósemja millum tá 15 ára gamla Magai, eitt systkinabarn hansara og ein granna endaði við, at Magai skeyt eitt ávaringarskot niður í gólvið við byrsuni hjá pápa sínum. Kúlan støkkur upp og rakar systkinabarnið, sum endar á sjúkrahúsi og seinni doyr av løstunum.
Nakrar vikur eftir hendingina verður Magai dømdur fyri tilætlað morð. Bara 15 ára gamal verður hann dømdur harðastu revsing í landinum: avrætting við heinging.
Í fjør vórðu sjey fólk hongd í Suðursudan. Eitt teirra var – sum Magai – bara eitt barn.
Undir rættarganginum roynir Magai at greiða dómaranum frá, at hann bara er 15 ára gamal, og at drápið, sum hann verður dømdur fyri, var eitt óhapp. Hann fær onga løgfrøðiliga hjálp í sambandi við rættarmálið. Ikki fyrr enn Magai verður fluttur í eitt annað fongsul, fær hann ein sakførara, sum hjálpir honum at kæra dómin.
Í BÍÐISTØÐU
Nú tvey ár seinni situr 17 ára gamli Magai í deyðakliva í Juba Central Prison í Suðursudan. Hann hevur saman við sakføraranum biðið um at fáa deyðarevsingina afturtikna. Nú bíðar hann eftir, at áheitanin skal verða viðgjørd.
Hann fær tíðina at ganga í fongsulskirkjuni. Her syngur hann gospelsangir fyri at fáa ró í sinnið, tá ið tað stendur á at rúma støðuna, sum hann er endaður í. Magai vitjar eisini javnan fongsulsskúlan fyri ómyndigar fangar, har ið hann hittir sínar samfangar.
SKRIVA UNDIR FYRI MAGAI MATIOP NGONG, AT HANN SKAL FÁA NÝGGJAN OG RÆTTVÍSAN RÆTTARGANG.
VIT KREVJA, AT SUÐURSUDAN VIRÐIR MANNARÆTTINDINI, OG AT ALDURIN Á MAGAI VERÐUR TIKIN VIÐ, TÁ IÐ HANN SKAL FYRI EIN DÓMARA AFTUR. VIT KREVJA SOMULEIÐIS, AT DEYÐADÓMURIN HJÁ MAGAI VERÐUR ÓGILDAÐUR, TÍ TAÐ ER BANNAÐ SAMBÆRT SUÐURSUDANSKU GRUNDLÓGINI AT AVRÆTTA BØRN, SUM ERU YNGRI ENN 18 ÁR.
* SKRIVA UNDIR *
BAKSÝNI
Sama hvussu grovt brotsverkið er, skulu børn sambært barnarættindasáttmálanum ongantíð dømast til deyða. Hetta geldur, hóast tann ákærdi hevur fylt 18 ár, tá ið rættargangurin byrjar.
Suðursudan loysti frá Sudan og gjørdist sjálvstøðugt í 2011. Síðan tá hava myndugleikarnir í landinum dømt í minsta lagi 140 fólk til deyða og framt í minsta lagi 39 avrættingar, skjalprógvar Amnesty International.
Deyðarevsing er eitt heilt grundleggjandi mannarættindabrot, sum er brot á rættin til lív, sum er staðfestur í heimsyvirlýsingini hjá ST um mannarættindir. Amnesty er ímóti deyðarevsing í øllum málum uttan undantak.
Søgan hjá Magai Matiop Ngong er eitt av málunum í átakinum Skriva fyri lívi í 2019. Skriva fyri lívi er eitt heimsfevnt átak, sum Amnesty skipar fyri í novembur og desembur á hvørjum ári, har ið skúlanæmingar og lærarar skriva teimum, sum eru fyri valdsgerðum, og myndugleikunum, sum hava ábyrgdina, brøv.
LEINKIR:
OYÐILAGT AV KRÍGGI
Suðursudan hevur verið merkt av borgarakríggi, morði og hungursneyð, síðan landið gjørdist sjálvstøðugt. Les meira her: https://amnesty.dk/nyhedsliste/2018/krigen-i-verdens-yngste-land
DEYÐADØMD Í SUÐURSUDAN
Amnesty skjalprógvar ein vøkstur í talinum á avrættingum í Suðursudan – hetta er í andsøgn við rákið í restini av heiminum. Les meira her: https://amnesty.dk/nyhedsliste/2019/sydsudan-kraftig-stigning-i-brug-af-doedsstraf
FÆRRI AVRÆTTINGAR
Síggja vit burtur frá fimm londum, hevur talið á avrættingum í heiminum verið minkandi hetta seinasta árið. Les meira her: https://amnesty.dk/nyhedsliste/2019/stort-fald-i-henrettelser