Amnesty stríðist saman við RFSL (svenska felagsskapinum fyri rættindum hjá samkyndum, tvíkyndum, tvørkyndum, queer-fólki og millumkyndum) fyri at fáa eina rættvísa lóg um løgfrøðiligt kynskifti í Svøríki.
At liva sín kynsamleika út er ein grundleggjandi mannarættur. Men í Svøríki er tað ikki tú sjálvur, men staturin, sum ger av, hvat ið títt løgfrøðiliga kyn er.
Svenska javnstøðulógin hevur 50 ár á baki, og tíðin er nú búgvin at dagføra hana, so at hon verður tíðarhóskandi.
Í dag virkar svenska skipanin soleiðis, at tú skalt kannast og greinast, áðrenn tú kanst fáa loyvi at skifta løgfrøðiligt kyn í fólkayvirlitinum. Tvørkynd, sum vilja skifta løgfrøðiligt kyn, noyðast í viðgerð og ígjøgnum eina streingjandi og krevjandi tilgongd, sum kann vara fleiri ár. Hetta halda vit vera púra óneyðugt!
Skriva undir áheitanina á svensku stjórnina, og krev eina lóg um atgongd at løgfrøðiligum kynskifti nú!
BAKSÝNI:
Svøríki setti í 1972 eina lóg í verk, sum gav tvørkyndum møguleika at skifta løgfrøðiligt kyn og – undir ávísum umstøðum – leggjast undir skurð. Tá var lógin ein varði í stríðnum fyri rættindum til tvørkynd, men í dag, 50 ár seinni, er lóggávan avoldað. Skulu livikorini hjá tvørkyndum betrast og mannarættindini tryggjast, má lógin broytast.
Tað eru ikki øll tvørkynd, sum vilja, kunnu ella hava tørv á at skifta kyn við t.d. skurðviðgerð, men tey kunnu fyri tað vilja skifta kyn í fólkayvirlitinum.
Vit kundu hugsað okkum eina einfalda umsitingarliga tilgongd at skifta løgfrøðiligt kyn, sum var heilt leys av tí medisinska partinum. Heilsumyndugleikunum nýtist ikki at blandast uppí, men í staðin skal sjálveyðmerking vera grundarlagið undir løgfrøðiligum kynskifti.
Tí mæla Amnesty og RFSL til, at tvær ymiskar lógir koma í staðin fyri verandi lóg: onnur um løgfrøðiligt kynskifti og hin um atgongd at medisinskari viðgerð og skurðviðgerð.
HVÍ SKRIVA UNDIR
Hvør undirskrift ger sítt til at leggja trýst á svensku stjórnina, at dagføra 50 ára gomlu javnstøðulógina.
SKRIVA UNDIR HER
Skriva undir áheitanina á svensku stjórnina, og krev eina lóg um atgongd at løgfrøðiligum kynskifti nú!
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.