STÝRIÐ Í SÝRIA BUMBAR – VIÐ RUSSISKARI HJÁLP – FÓLKIÐ Í EYSTURGHOUTA. BARA HESA SEINASTU VIKUNA HAVA MEIRA ENN 500 FÓLK LÁTIÐ LÍV.
ST samtykti fyri kortum 30 daga vápnahvíld í býnum, men hvørki Sýria ella Russland virðir avgerðina, og tí regna bumburnar við sama lag.
Bumbað hús, deyð og løstað eru einki nýtt hjá fólkinum í Eysturghouta. Fólk, sum í seks ár hava verið innibyrgd í eini ómenniskjansligari kringseting, verða nú hvønn dag álopin, dripin og løstað av síni egnu stjórn. Børn og gomul doyggja av føðslu- og heiluvágstroti.
Bið stjórnirnar í Sýra og Russlandi halda uppat at bumba og sleppa kringsetingini beinanvegin. Skriva undir nú!
Álopini skulu halda uppat. Neyðhjálp skal sleppa inn í Eysturghouta.
Tað er ikki so langt síðan, at tað við altjóða trýsti eydnaðist flyta fólkið burtur úr Aleppo, sum tá var kringsettur. Latið okkum í felag leggja so stórt trýst á Sýria og Russland sum gjørligt, so at fólkið í Eysturghouta fær hjálpina, tí tørvar.
Skriva undir. Álopini skulu steðgast nú og fólkið hava atgongd at neyðhjálp.
Undirskriftirnar verða sendar teimum sýrisku og russisku myndugleikunum.