TANN RUSSISKI MENNISKJARÆTTINDAODDAMAÐURIN OYUB TITIEV STENDUR TIL AT FÁA 10 ÁRA FONGSULSREVSING ORSAKAÐ AV TILLGJØRDUM ÁKÆRUM UM, AT HANN HEVÐI MARIHUANA Í SÍNI VARÐVEITSLU. Í EINI TÍÐ, HAR RUSSLAND FØRIR SEG FRAM SUM VERT FYRI HM, VÍSIR AMNESTY HINA SÍÐUNA AV MEDALJUNI. NEVNLIGA TÍ SKIPAÐU KÚGANINA AV MENNISKJARÆTTINDAAKTIVISTUM Í LANDINUM.
Í byrjanini av 2018 varð 60 ára gamli Oyub Titiev, leiðarin av russiska menniskjarættindafelagsskapinum Memorial, steðgaður av løgregluni, tá hann koyrdi bil. Løgreglan helt fast um, at tey høvdu funnið ein posa av marihuana í bilinum. Oyub greiðir frá, at posin varð lagdur har uttan hansara vitan. Um Oyub verður dømdur, stendur hann til at fáa 10 ára fongsulsrevsing.
Memorial er eitt netverk av felagsskapum, sum seta sjóneykuna á menniskjarættindabrot í Russlandi. Oyub hevur arbeitt fyri felagsskapin í næstan 10 ár. Áðrenn hetta undirvísti hann í ítrótti í einum skúla og stovnaði eitt boksifelag. Hann var sera stoltur av felagnum, og hann fylgdi væl við menningini hjá sínum næmingum. Harmiliga komu nakrir av hansara fyrrverandi næmingum í vápnaðu hereindina hjá loysingarflokkinum og vórðu dripnir í teimum Kekenisku kríggjunum. Tað var kanska ábyrgdarkenslan hjá Oyub fyri teimum, sum gjørdi, at hann gjørdist menniskjarættindaaktivistur, sigur arbeiðsfelagi hansara Aleksandr Cherkasov.
Í 2009 varð ein av teimum, sum starvast hjá Memorial burturfluttur og dripin. Arbeiðið hjá Memorial í Kekenia mátti steðga og leiðarin hjá felagsskapinum flýddi orsakað av hóttanum móti honum og hansara familju. Oyub tók við, sum leiðari av felagsskapinum. Hann gav løgfrøðiliga hjálp og greiddi frá brotum á menniskjarættindi. Umframt tað hevði hann samrøður við offur, sum høvdu verið fyri píning og harðskapi og húsfólki hjá teimum, sum vórðu burturflutt í krígnum.
Tann Kekeniski forsetin Ramzan Kadyrov hevur við jøvnum millumbilum hótt tey, sum starvast á Memorial orsakað av teirra arbeiði fyri menniskjurættindum. Har hevur m.a. sagt, at tey eru “fíggindar hjá fólkinum og statinum”. Bert ein mánað áðrenn Oyub varð handtikin, ákærdi tann Kekenski formaðurin fyri lóggávutingið tey, um arbeiða m.a. í felagsskapum, sum ikki arbeiða fyri stjórnir, at vera orsøkin til tey altjóða revsitiltøkini, sum Kekenia er bundið av.
Málið hjá Oyub er enn eitt dømi um, at teir russisku myndugleikarnir knúsa øllum atfinningum við hóttanum og uppfunnum revsigerðum. Skriva undir og hjálp okkum at fáa rættvísi fyri Oyub Titiev og onnur menniskjarættindaoddafólk í Russlandi. Vit heita á teir russisku myndugleikarnar beinanvegin og treytaleyst at lata Oyub Titiev leysan.
Teir russisku myndugleikarnir kunnu ikki halda áfram við at ræða og vera eftir øllum kritikarum, so at tey tiga. Vit geva Putini reytt kort. Tað eru eingir vinnarar í Russlandi, fyrr enn menniskjarættindaoddafólk eru vard og frí til at arbeiða ótarnað og uttan ótta fyri revsitiltøkum. Vit krevja, at Putin:
- Beinanvegin letur Oyub Titiev leysan og sleppur øllum ákærum móti honum
- Fram til leyslatanina tryggjar, at Oyub Titiev ikki verður píndur
- Beinanvegin ger eina óhefta og munagóða kanning av handtøkuni hjá Oyub Titiev og av álopunum á hini starvsfólkini á Memorial og tryggjar, at tey sum eru sek verða sett til svars fyri tað, tey hava gjørt.