Donsk børn sita føst í flóttafólkalegum í Sýra – undir ótolandi umstøðum. Krev, at Mette Frederiksen tekur tørvin hjá børnunum í álvara og tryggjar, at tey sleppa heim til Danmarkar skjótast gjørligt.
Í Al-Hol-flóttafólkaleguni í landnyrðingspartinum av Sýria búleikast útivið 70.000 fólk. 45.000 teirra eru børn. Sambært Reyða Krossi tróta bæði tjøld, sengur og vesir.
Tey flestu, sum búleikast í leguni, eru úr Sýria ella Irak. Hetta eru fólk, sum hava mist alt orsakað av teimum hørðu vápnaðu bardøgunum, sum í nógv ár hava herjað í hesum londunum.
Í eini deild fyri seg búleikast útivið 11.000 kvinnur og børn úr nógvum øðrum londum, eisini Danmark. Kvinnurnar eru undir illgruna fyri at hava ferðast til landslutin fyri at fara upp í teir vápnaðu bólkarnar, sum nevna seg Islamskan stat (IS ella ISIL).
Børnini liva í ræðuligum korum
Tær útlendsku kvinnurnar og børnini í Al-Hol-leguni liva í serstakliga truplum korum. Svongd og sjúka eru allastaðni, og illgrunin um, at tú ert ein ISIL-familja, kann vera lívshættisligur. Í fjør metti Politiets Efterretningstjeneste í Danmark, at umleið 30 børn í flóttafólkalegum í Sýria annaðhvørt eru donsk ella hava tilknýti til Danmarkar.
Korini í flóttafólkalegunum eru so ræðulig, at kvinnurnar og børnini koma í lívsvanda, skulu tey búleikast har leingi afturat. Danski uttanríkisráðharrin metir støðuna hjá børnunum at vera hættisliga, og at tey kunnu fáa álvarsligt mein. Har tróta grundleggjandi neyðsynjartænastur sum reint vatn, matur og læknahjálp, og reinførisviðurskiftini eru út av lagi vánalig.
Danmark sleppir sær undan síni skyldu – vit skulu ikki revsa børn fyri gerðirnar hjá foreldrunum!
Danmark hevur longu slept børnunum upp á fjall, við tað at tey ikki longu er tikin heim. Og tað, sum frammanundan var ringt, er nú bara versnað. Talan er um børn í aldrinum 0-14 ár. Tey er ósek og kunnu ikki lastast fyri gerðirnar hjá foreldrunum.
Barnasáttmálin hjá ST og aðrar ásetingar áleggja Danmark at gera tað, sum krevst til at tryggja trygdina og rættindini hjá barninum – og soleiðis, at varðað verður um tørvin hjá barninum á bestan hátt. Men hjá donsku stjórnini tykist tað at hava størri týdning at forða mammunum at sleppa heim til Danmarkar enn at bjarga børnunum.
Hetta hóast bæði ST og aðrir hjálpar- og mannarættindafelagsskapir hava lagt øllum tjóðum dýran við at taka sær av sínum borgarum, sum sita fastir í Sýria – og serliga børnunum.
Tíðin rennur undan. Enn hava vit møguleika at bjarga børnunum, men vandi er fyri, at møguleikin gleppur okkum av hondum.
Okkara áheitan
Vit krevja, at danska stjórnin:
- tekur tey donsku børnini, sum sita føst í Al-Hol- ella Al-Roj-leguni í Sýria, heim til Danmarkar skjótast gjørligt,
- tryggjar, at børnini ikki verða løstað uppaftur meira sálarliga við at verða skild frá mammuni,
- tekur børnini og mammurnar heim – eftir tað kunnu myndugleikarnir meta um, um tað gagnar barninum at verða skilt frá mammuni – og
- letur kvinnurnar koma fyri rættin í Danmark, um tær eru undir illgruna fyri at eiga lut í krígsbrotsverkum ella yvirgangi.
Undirskriftirnar verða sendar Mette Frederiksen, forsætisráðharra, skjótast gjørligt.
Spurningar og svar
Islamskur statur hevur framt andstyggilig brotsverk. Eiga mammurnar ikki at verða revsaðar, um tær eiga lut í hesum?
Øll, sum onkursvegna eiga lut í krígsbrotsverkum ella yvirgangi ella á annan hátt hava stuðlað ISIL, skulu lógsøkjast. Tó ber ikki til í dag at avgreiða slíkan rættargang í tí partinum av Sýria, sum sýrisk-kurdisk herlið hava ræði á, tí hesi herliðini hava hvørki myndugleika ella skipanir til hetta. Møguleikin fyri einum altjóða dómstóli hevur verið havdur á lofti, men einki bendir á, at ein slíkur gerst til veruleika í bræði.
Tað kann als ikki góðtakast, at danska stjórnin letur børn vera fyri ómenniskjansligari viðgerð, tí at mammurnar eru undir illgruna fyri brotsverk. Tó ber til at lata mammurnar koma fyri ein dómstól í Danmark.
Danska stjórnin rættvísger avgerðina við, at kvinnurnar eru vorðnar víðgongdar og tí eru vorðnar ein trygdarhóttan. Vigar danska ríkistrygdin ikki meira?
Talan er um danskar borgarar, t.e. fólk, sum hava rætt til at vera í Danmark. Halda myndugleikarnir, at hesir borgararnir hava framt brotsverk, skulu teir lata teir koma fyri ein dómstól í rættvísum rættargangi, har ið teir sleppa at svara fyri sínum gerðum, men eisini at siga sína útgávu av søguni. Danska stjórnin kann ikki loyva sær at dómfella danskar borgarar, áðrenn teir hava havt møguleika at verja seg fyri ákærunum. Uppaftur minni kann hon loyva sær at revsa børn fyri tað, sum mammurnar eru undir illgruna fyri at hava gjørt.
Hava kvinnurnar ikki sjálvar skyldina? Tær kundu bara latið vera við at blandað seg upp í krígsgerðir.
Amnesty er púra samt í, at kvinnur, sum eru farnar til Sýria fyri at fara upp í ISIL, hava framt eina andstyggiliga og revsiverda gerð, sum tær eiga at verða lógsøktar fyri. Men hetta rættvísger ikki, at politikararnir, sum hava ábyrgdina, ikki taka tær heim. Serliga ikki, tá ið talan er um tey óseku børnini hjá kvinnunum. Børnini skulu ikki bøta fyri brotsverkini hjá foreldrunum, og mammurnar kunnu verða lógsøktar í Danmark.