Í HESI LØTU SITA TÍGGJU LESANDI UNDIR HÆGRI ÚTBÚGVING Í TURKALANDI FONGSLAÐ, TÍ AT TEY TÓKU LUT Í EINUM FRIÐARLIGUM MÓTMÆLISTILTAKI AT MÓTMÆLA KRÍGNUM Í SÝRIA. VIÐ AT SKRIVA UNDIR KANST TÚ HEITA Á MYNDUGLEIKARNAR UM AT SLEPPA TEIMUM LEYSUM.
Tann 19. mars tóku nøkur lesandi á Boğaziçi-universitetinum lut í einum friðarligum mótmælistiltaki at mótmæla hernaðarligum tiltøkum hjá Turkalandi í Afrin í Sýria. Stutt eftir bankaði løgreglan uppá hjá teimum á miðjari nátt og handtók tey á staðnum. Turkiskir dómstólar leggja tey undir at ”tala søkina hjá einum yvirgangsfelagsskapi”, og tey eru í vanda fyri at verða dømd fimm ára fongsul, tí at ”myndir vísa, at tey lótu munnin upp á ein hátt, sum bendir á, at tey róptu herróp.”
Sum aftursvar til mótmælini, og til at tey lesandi vórðu afturhildin, segði Erdogan forseti: ”Vit fara at finna hesi yvirgangslesandi og gera tað, sum krevst.” Seinni legði hann afturat: ”Kommunistlesandi, yvirgangsfólk og landsfíggindar skulu ikki hava rætt til at útbúgva seg á universitetinum.”
Mamma ein av teimum lesandi skilur einki av útsøgnunum hjá Eordogan: ”Tey hava ongantíð grýtt ein stein og ongantíð hildið á einum vápni, tíansheldur einum pinni. Tey eru øll ímóti kríggi og ímóti vápnum. Hvussu kanst tú kalla tey yvirgangsfólk?”
Tann turkiska lóggávan móti yvirgangi verður brúkt til at køva friðarligar og loyviligar atfinningar. Støðan hjá mannarættindaverjum í Turkalandi er tí hættislig. Men standa vit saman um at hjálpa teimum, sum verða órættvíst fongslað, kunnu vit geva teimum frælsið aftur.
Saman kunnu vit leggja trýst á teir turkisku myndugleikarnar, so at tey tíggju lesandi kunnu verða leyslatin og halda fram við lesnaðinum sum higartil.
Rætturin at savnast friðarliga og gera vart við sína hugsan er vardur eftir bæði turkiskum og altjóða rætti – tí skulu lesandi latast leys beinanvegin. Skriva undir í seinasti lagi tann 17. mai 2018 og vís teimum lesandi tín stuðul. Vit senda tí turkiska løgmálaráðharranum, Abdülhamit Gül, allar undirskriftirnar við teldupostinum niðanfyri. Tess fleiri vit eru, tess størri verður trýstið á myndugleikarnar.
TELDUPOSTUR TIL ABDÜLHAMIT GÜL LØGMÁLARÁÐHARRA
Góði ráðharri
Eg heiti á teg um beinanvegin og treytaleyst at sleppa teimum tíggju fongslaðu lesandi á Boğaziçi-universitetinum í Istanbul leysum.
Tey lesandi eru bara fongslað fyri at taka lut í einum friðarligum mótmælistiltaki og fyri brúka sín rætt til talufrælsi og til at savnast friðarliga – í samsvari við bæði turkiska og altjóða lóggávu.
Tey lesandi skulu ikki vera fyri fyrisitingarligum revsiatgerðum, men eiga at sleppa at halda fram við lesnaðinum sum higartil.
Eg heiti á teg um at bera so í bandi, at eingin lesandi í framtíðini verður kannaður ella lógsøktur fyri at hava tikið lut í hesum friðarligu mótmælistiltøkunum.
Blíðar heilsur