Amnesty hevur einki frætt frá uighurska Merdan Ghappar, síðan hann í mars legði eina upptøku úr eini varðhaldslegu út á sosialu miðlarnar. Vit bera ótta fyri, at hann verður píndur. Skriva undir fyri at fáa Merdan leysan!
Amnesty International er bangið um uighurska Merdan Ghappar, sum í løtuni situr avbyrgdur í eini varðhaldslegu. Tað var í januar, at Merdan, sum starvast sum modell, hvarv í býnum Foshan í Guangdong-landslutinum. Einki er frætt frá honum síðan í mars, tá ið tað eydnaðist honum at leggja nøkur boð, eina upptøku og nakrar myndir út á sosialu miðlarnar.
Boðini frá Merdan Ghappar breiddu seg sum eldur um sosialu miðlarnar. Boðini avdúka fleiri ørkymlandi viðurskiftir, og hvussu vánaligar umstøðurnar í varðhaldsleguni eru. Merdan greiðir frá, at legurnar eru ovfullar, at reinførið er vánaligt, og at einki verður gjørt fyri at forða fyri, at COVID-19 breiðir seg. Hann hevur eisini hoyrt ýl úr tí, sum hann heldur vera eitt avhoyringarrúm. Á upptøkuni í klivanum sæst, at hann er bundin fastur í songina við handjørnum, og at rúmið er sera lítið. Síðan í mars hevur eingin frætt nakað frá honum.
Tann 4. august vísti BBC upptøkuna og boðini. Tíðindini ferðaðust skjótt á netinum og fingu nógvar miðlar at varpa ljós á hópfongslingar og onnur mannarættindabrot í kinesiska Xinjian-landslutinum. Kinesiska uttanríkisráðið kallaði í fyrstu syftu tíðindini hjá BBC fyri ”falstíðindi”. Seinni fekk BBC eina skrivliga fráboðan frá tíðindastovuni í Xinjiang, sum avdúkaði enn meira um støðuna hjá Merdan Ghappar.
Sambært myndugleikunum er Merdan Ghappar fluttur til heimbýin Kuqa. Frágreiðingin hjá myndugleikunum er, at hann skal vera ”lopin á heilsustarvsfólk”, og at hann er bundin fastur í songina fyri at forða fyri, at hann skaðar seg sjálvan ella ger seg inn á løgregluna.
Amnesty International ber ótta fyri, at Merdan Ghappar bara situr avbyrgdur, tí at hann hoyrir til uighurska minnilutan. Hann hevur einki samband við hvørki familju ella sakførara. Vit bera ótta fyri, at hann verður píndur og illa viðfarin, av tí at hann hevur sent upptøkur úr varðhaldsleguni.
Vit krevja, at myndugleikarnir í Xinjiang-landslutinum:
- sleppa Merdan Ghappar leysum ella ákæra hann fyri eina altjóða viðurkenda brotsgerð – ikki fyri í allari friðarligheit at brúka sítt talufrælsi. Verður ákæra reist, skulu myndugleikarnir bera so í bandi, at rættarmálið verður ført við ein dómstól samsvarandi altjóða standardum fyri rættvísan rættargang.
- siga, júst hvar ið Merdan Ghappar er, og geva honum høvi at síggja familjuna og ein sakførara, sum hann sjálvur velur sær.
- tryggja, at hann ikki verður píndur ella á annan hátt illa viðfarin.
Baksýni
Uighurar verða settir í varðhaldslegur
Mett verður, at næstan ein millión uighurar hava sitið í varðhaldslegu. Kinesisku myndugleikarnir avsannaðu leingi, at legurnar funnust, men í oktobur 2018 fóru teir í staðin undir at lýsa tær sum sjálvbodnar og ókeypis yrkisútbúgvingarmiðstøðir. Myndugleikarnir siga endamálið við yrkisútbúgvingini vera at geva uighurum tekniskar førleikar, so teir kunnu fáa arbeiði og gerast ”nyttuligir” borgarar. Henda frágreiðingin samsvarar tó ikki við skjalprógvini, sum Amnesty hevur savnað inn frá fyrrverandi afturhildnum um harðskap, matneyð og avbyrging.
Kina hevur havnað øllum áheitanum frá altjóðasamfelagnum, eisini Amnesty International, um at sleppa uttanveltaðum serfrøðingum inn í Xinjiang. Í staðin hevur Kina lagt nógv fyri at fáa atfinningarsamar røddir at tagna við at bjóða sendinevndum úr ymsum londum á neyvt tilrættislagdar rundvísingar í Xianjiang undir neyvum eftirliti
Hvør er Merdan Ghappar?
31 ára gamli Merdan Ghappar er uighuri og starvast sum modell fyri Taobao, ein tann størsta kinesiska sølumannin á netinum. Hann fór úr Xinjiang í 2009, tí at hann droymdi um eina bjartari framtíð har eysturi í landinum.
Hetta at halda fólki aftur við ongum sambandi við umheimin er ein liður í einum størri skipanarligum trupulleika, har ið kinesisku myndugleikarnir brúka hol lóggávuni til at steðga mannarættindastríðsfólki, teirra millum sakførarum, aktivistum og átrúnaðarligum minnilutum.
Skil støðuna í Xinjiang-landslutinum
Xinjiang telist millum mest fjølmentanarligu landslutir í Kina. Meira enn helmingurin av teimum 22 mió. íbúgvunum í landslutinum hoyra til turkiskar og fyri tað mesta muslimskar bólkar, teirra millum uighurarnir (um 11, 3 mió.), sum við atliti at máli, mentan og lívshátti týðiliga bregða frá Kina annars.
Í mars 2017 samtykti Xinjiang-stjórnin eina fyriskipan móti ekstremismu, sum eyðmerkir og bannar atferð, sum kann kallast ”víðgongd”, eitt nú ”at breiða út víðgongdar hugsanir”.
Hví skal eg skriva undir?
Hvør undirskrift ger sítt til at leggja trýst á myndugleikarnar í Kuqa, so at teir vónandi sleppa Merdan Ghappar leysum.
Hvat verður av undirskriftini?
Undirskriftirnar verða sendar Wang Xiaoming, stjóra á almennu trygdarstovuni í Kuqa-landslutinum. Amnesty metir, at hann kann gera størstan mun í málinum hjá Merdan Ghappar.
SKRIVA UNDIR HER
Eg krevji, at myndugleikarnir í Kuqa sleppa Merdan Ghappar leysum beinanvegin, uttan so at teir ákæra hann fyri eina altjóða viðurkenda brotsgerð.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.