MYNDUGLEIKARNIR Í SINGAPORE GERA KLÁRT TIL AT AVRÆTTA MALAISISKA PRABAGARAN SRIVIJAYAN, SUM ER DØMDUR TIL DEYÐA FYRI AT HAVA SMUGLAÐ 22,24 GRAMM AV HEROINI. 29 ÁRA GAMLI SRIVIJAYAN LEGGUR DÝRAN VIÐ, AT HANN ER ÓSEKUR.
Í apríl 2012 lænti hann ein bil, tí hann hevði eitt ørindi inni í Singapore. Politiið steðgaði honum og fann 22,24 gramm av heroini krógvað í handarstuðlinum á bilsetrinum. Hóast Srivijayan alla tíðina tvíhelt um, at hann einki visti um rúsevnini, varð hann dømdur til deyða.
Sambært einum av advokatunum hjá honum kann avrættingin verða avgreidd longu í næstu viku.
Sambært lóggávuni á staðnum eru ólóglig rúsevnir, sum verða funnin í einum bili, at rokna at sum ogn hjá bilføraranum. Sostatt er tað tann ákærdi, sum hevur próvbyrðuna. Srivijayan skal sjálvur prógva, at onkur annar hevði krógvað rúsevnini í bilinum. Myndugleikarnir hava heldur ikki kannað sakina nóg gjølla. Bæði hesi viðurskiftini eru brot á tær báðar altóða rættarmeginreglurnar um, at ein ákærdur er ósekur, til tað øvuta er prógvað, og at øll hava rætt til rættvísa rættargongd.
BROT Á ALTJÓÐA LÓG
Sambært altjóða lóg kunnu fólk bara dømast til deyða fyri ”ógvuliga álvarslig brotsverk”. ST hevur fleiri ferðir staðfest, at rúsevnabrotsverk ikki lúka hesa treytina.
Tó hómast ein lítil vón. Eitt nýtt ískoyti til rúsevnalóggávuna í Singapore letur upp fyri, at rúsevnabrotsverk ikki av sær sjálvum verða revsað við avrætting. Hetta er eitt nú galdandi, tá ið tann ákærdi bara hevur verið útberi.
Bjarga lívinum á Srivijayan – skriva undir fyri, at hann skal verða náðaður.