RUBEN CÁRDENAS RAMÍREZ, SUM ER MEKSIKANSKUR RÍKISBORGARI, VERÐUR EFTIR ÆTLAN AVRÆTTAÐUR Í TEXAS TANN 8. NOVEMBUR Í ÁR. EFTIR EIN ÓRÆTTVÍSAN RÆTTARGANG, SUM IKKI LEYK ALTJÓÐA KRØV, BLEIV HANN DØMDUR FYRI AT HAVA MYRT SYSTKINABARN SÍTT. SJÁLVUR TVÍHELDUR RUBEN UM, AT HANN ER ÓSEKUR, OG NÝGGJAR DNA-ROYNDIR KUNNU FARA AT PRÓGVA, AT SO ER.
Ruben Cárdenas Ramírez bleiv longu í 1998 ákærdur fyri at hava burturflutt og myrt systkinabarn sítt, ta 16 ára gomlu Mayra Laguna. Eygnavitnir til burturflytingina – m.o. yngra systir Mayra, sum kendi Ruben – dugdu ikki at eyðmerkja hann í sínum vitnisfrágreiðingum til politiið. Partar av lýsingunum hjá eygnavitnunum samsvaraðu als ikki við útsjóndina á Rubeni.
Eftir eitt tíðarskeið við ágangandi avhoyringum í fleiri dagar fekk politiið umsíðir Ruben at játta seg sekan. Hetta hendi, uttan at hann hevði sakførara hjá sær, hóast hann beinleiðis hevði biðið um tað. Hann fekk heldur ikki ráðgeving frá tí meksikanska konsulatinum, sum hann annars hevði rætt til.
Tað samsvaraði illa við umstøðurnar í málinum, at Ruben brádliga játtaði seg sekan. Hann játtaði eisini at havt samlegu við ta myrdu gentuna, men seinni bleiv staðfest, at einki bendi á, at drápsmaðurin hevði havt nakað slag av kynsligum sambandi við ta 16 ára gomlu gentuna.
Í rættinum bleiv hann kortini dømdur til deyða. Dómurin bygdi á ta upprunaligu játtanina og svikalig DNA-prógv, sum í dag verða mett at vera púra óbrúkilig.
KREVJA NÝGGJAR DNA-ROYNDIR
Sakførararnir hjá Rubeni hava biðið um, at tøkt próvtilfar, sum møguliga kann staðfesta, at hann er ósekur, verður DNA-kannað av nýggjum. Myndugleikarnir á staðnum vátta, at ákæruvaldið hevur avkliptar fingranegl hjá tí myrdu gentuni. Hetta er próvtilfar, sum eigur at verða DNA-kannað.
Men staturin Texas noktar at eftirlíka sakførarunum og vil ikki hoyra talan um, at Ruben skal hava verið órættvíst viðfarin.
Undirskriftirnar verða latnar Greg Abbott, guvernøri í Texas.