Tveir menn og ein kvinna verða ætlandi avrættað tær síðstu vikurnar av stjórnarskeiðnum hjá Trump forseta. Steðga avrættingunum! Skriva undir átakið nú!
Í juli í ár tók Trump eftir 17 ára steðg samveldisavrættingar upp aftur. Verða allar tær ætlaðu avrættingarnar framdar, fer Trump-stjórnin at hava góðkent 13 samveldisavrættingar eftir bara sjey mánaðum. Hetta eru skakandi tøl, um havt verður í huga, at bara tríggjar samveldisavrættingar eru framdar tey síðstu 43 árini. Skriva undir kravið, sum vit seta amerikanska løgmálaráðharranum! Krev, at hann sínar síðstu vikur í embætinum steðgar øllum avrættingum og beinanvegin tekur stig til at endurskoða ta ótíðarhóskandi deyðarevsingarskipanina.
FAKTA:
Hvat er ein samveldisavrætting?
Í USA kanst tú verða dømdur deyðarevsing á ymsum stigum: á samveldisstigi, á statsstigi og í herinum. Hóast ikki allir statir útinna deyðarevsing, kunnu øll verða dømd deyðarevsing undir samveldismyndugleikum. Samveldisavrættingar eru tó ikki serliga vanligar (bara tríggjar tey seinastu 43 árini).
Deyðarevsingarskipanin er ógvuliga atfinningarverd
Avrættingarnar teir síðstu sjey mánaðirnar hava ikki bara varpað ljós á órættvísið og tilvildina, sum eyðkennir deyðarevsingarskipanina í USA, men eisini á tey vantandi evnini hjá Trump-stjórnini at halda altjóða lóg og standardar, sum skulu verja rættindini hjá teimum, sum eru endað í deyðakliva. Mismunur orsakað av ættarslag, dómfelling av fólki við álvarsligum sálarligum breki og vantandi løgfrøðilig hjálp eru bara nakrir av táttunum, sum hava elvt til órættvísar avgerðir um lív ella deyð.
Avrættingar góðkendar í skiftistíðarskeiði
Fyri fyrstu ferð í meira enn 130 ár eru amerikanskar samveldisavrættingar góðkendar í einum forsetaligum skiftistíðarskeiði. Allar tríggjar avrættingarnar verða eftir ætlan framdar, bara fáar dagar áðrenn Joe Biden tekur við sum forseti tann 20. januar. Biden, sum í áratíggjur tók undir við deyðarevsing, hevur nú sagt seg vilja avtaka samveldisavrættingarnar, tá ið hann tekur við sum forseti.
USA fer ímóti altjóða rákinum
USA fer ímóti altjóða rákinum, har ið alt færri lond brúka deyðarevsing. Í dag hava 142 lond avtikið deyðarevsing við lóg ella í verki. Deyðarevsing er og verður ongantíð loysnin. Amnesty International eru ímóti deyðarevsing í øllum førum uttan undantak. Deyðarevsing er brot á rættin til lív og tann versta ómenniskjansliga og niðrandi revsingin av øllum.
OKKARA KRØV:
- Steðgið øllum ætlaðum avrættingum.
- Takið burtur heimildina at biðja um deyðarevsing í rættarmálum, sum eru í gongd.
- Setið í verk eina gjølliga endurskoðan av amerikonsku revsirættarskipanini.
Fá yvirlit yvir tey trý deyðarevsingarmálini
Lisa Montgomery verður ætlandi avrættað tann 12. januar 2012. Hon er dømd fyri at hava myrt eina kvinnu, sum var við barn. Hon er fyrsta kvinna síðan 1953, sum ætlandi verður avrættað. Barndómurin hjá Montgomery var traumatiskur. Sambært sakføraranum hjá henni varð hon í heilt ungum aldri tvingað út í sexarbeiði. Hon stríðist við posttraumatiska strongd, og henni tørvar antipsykotiskan heilivág. Undir rættarmálinum vildi fyrrverandi sakførarin hjá henni ikki leggja prógv um hennara sálarløstir og -sjúku fyri nevningatingið.
Corey Johnson varð dømdur fyri at hava myrt sjey fólk í sambandi rúsevnasølu. Hann verður ætlandi avrættaður tann 14. januar 2021. Corey Johnson er sambært sínum sakførarum menningartarnaður, men hvørki nevningating ella dómstólur hevur lagt upp fyri hesum. Sambært samveldislóg og eini avgerð hjá amerikanska hægstarætti átti brekið hjá Johnson er merkt, at hann ikki kann verða avrættaður.
Dustin Higgs varð dømdur fyri at hava burturflutt og myrt tríggjar ungar kvinnur. Hann verður ætlandi avrættaður 15. januar 2021. Sakførarin hjá honum sigur, at øll vitnini eru samd um, at Dustin Higgs ikki myrdi nakran, men at gerningsmaðurin var hansara samákærdi, Willis Haynes, sum fekk lívlanga fongsulsrevsing.
DAGFØRING 21. JANUAR 2021
Lisa Montgomery, Corey Johnson og Dustin Higgs vóru í síðstu viku avrætta í USA. Hareftir hevur Trump-stjórnin góðkent 13 samveldisavrættingar eftir bara sjey mánaðum. Hetta eru skelkandi tøl.
Vit vilja fegin minna á, at kanningar vísa, at deyðarevsing ikki er meira fyribyrgjandi enn fongsulsrevsing. Deyðarevsing er tann endaliga revsingin, og tryggar ikki, at hon rakar ósek menniskju.
Deyðarevsing er brot á rættin til lív og tann versta ómenniskjansliga og niðrandi revsingin av øllum, sum skuldi verið avtikin í øllum londum.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.