BOLSONARO FORSETI SKÁKAR SÆR UNDAN SÍNI SKYLDU AT VERJA RÆTTINDINI HJÁ UPPRUNAFÓLKINUM. SKRIVA UNDIR OG HJÁLP OKKUM AT LEGGJA TRÝST Á BRASILSKU STJÓRNINA AT FÁA HANA AT STEÐGA VIÐARHØGGARUNUM, SUM ÓLÓGLIGA TAKA SEG FRAM Í AMAZONAS OG LEGGJA SKÓG OG LENDI UNDIR SEG.
Bara í ár eru skrásettir 75.000 skógareldar í regnskóginum í Amazonas. Stór skógarøkir verða ruddað til at útvega pláss til eitt nú neytahald, og avleiðingin er, at upprunafólkið er hótt og fyri ónáðum. Ábyrgdina hevur brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, sum skákar sær undan síni skyldu.
Longu í mai rópti Amnesty varskó og vísti á, at støðan hjá upprunafólkinum og Amazonas-skóginum fór at gerast ótolandi í turrveðursárstíðini, sum stóð fyri framman, um ikki stjórnin rættaði kós. Skógareldarnir eru nú vorðnir ein vanlukkuligur veruleiki, og eldurin oyðir skógirnar.
Talan er ikki bara um eina umhvørvisvanlukku, men eisini eina mannarættindakreppu.
Fyri at verja Amazonas er tað púra avgerandi, at rættindini hjá upprunafólkinum verða vard og vird.
Sløkkið skógareldarnar nú!
SKRIVA UNDIR, Á HØGRA BREDDA, SO AT VIT Í FELAG FÁA LAGT TRÝST Á BRASILSKA FORSETAN. VIT KREVJA, AT RÆTTINDINI HJÁ UPPRUNAFÓLKINUM VERÐA VIRD, OG AT MYNDUGLEIKARNIR LÓGSØKJA TEY, SUM HAVA ÁBYRGDINA AV TEIMUM STÓRU OYÐILEGGINGUNUM Í AMAZONAS. TEY SEKU SKULU IKKI SLEPPA UNDAN REVSING!
BAKSÝNI
Stjórnin hjá Jair Bolsonaro forseta hevur tilvitað minkað um fíggjarligan stuðul og máað støðið undan stovnum sum National Indian Foundation (FUNAI) og Brasilska stovninum fyri umhvørvi og varandi náttúrutilfeingi (IBAMA), sum báðir hava eyguni við og virka fyri at verja Amazonas.
Avleiðingin er, at hvønn minutt fer eitt skógarøki sum ein fótbóltsvøllur til støddar upp í royk, og fíggjarorka er ikki at basa eldinum. Amazonas, sum er størsti regnskógur í heiminum, hýsir meira enn 400 ymsum fólkabólkum umframt dýra- og plantusløgum í túsundatali. Sum regnskógurin minkar, minkar eisini tað lívfrøðiliga fjølbroytnið.
Síðan apríl hava kanningarfólk hjá Amnesty vitjað fýra friðøkir hjá upprunafólki í brasilska Amazonas. Bæði serfrøðingar og innfødd siga seg vera ørkymlað av, at stjórnin ikki handhevjar lógina. Eisini staðbundnir aktivistar, sum stríðast fyri at verja Amazonas, eru fyri ágangi, harðskapi og hóttanum. Hetta er alt ein ábyrgd, sum brasilski forsetin við sama lag skákar sær undan.