TRYGGAR LEIÐIR TIL BORGARAR Í ALEPPO

TRYGGAR LEIÐIR TIL BORGARAR Í ALEPPO

Hvørt sekund telur, og í Aleppo verða fólk júst nú bumbað og myrd á gøtuni. Túsundtals ósek fólk er í vanda fyri at verða tikin til fanga, pínd ella avrættað, og tey hava átrokandi tørv á tryggum leiðum út úr býnum. Støðan í Aleppo er meira sárbær enn nakrantíð. Beint nú leggja fólk úr Aleppo…

AVDÚKING: BARNAARBEIÐI AFTAN FYRI VØRUR SUM SJOKOLÁTU OG SJAMPO

AVDÚKING: BARNAARBEIÐI AFTAN FYRI VØRUR SUM SJOKOLÁTU OG SJAMPO

Barnaarbeiði, tvingsilsarbeiði, lívshættisligar arbeiðsumstøður og mismunur ímóti kvinnum. Frágreiðingin hjá Amnesty um pálmaídnaðin vísir, at vørur hjá nøkrum av heimsins størstu vørumerkjum, eitt nú Unilever, Nestlé, Procter & Gamble, Colgate-Palmolive og Kellog’s, verða virkaðar undir út av lagi vánaligum umstøðum. Pálmáolja verður brúkt í gerandisvørum sum sjampoi og sjokulátu. Pálmaolja er neyvan eitt tilfar, sum…

FONGSLAÐUR FYRI AT TAKA MYNDIR

FONGSLAÐUR FYRI AT TAKA MYNDIR

”Tað var sum í einum Hollywood-filmi”, greiðir Shawkan frá. Tað var bara tað, at kúlurnar vóru veruligar. Táragassið var veruligt. Stríðsvognarnir, sum rullaðu fram ímóti mótmælisfólkunum um alt Egyptaland, vóru veruligir. Og tey túsund fólkini, sum vórðu dripin, vóru alt ov verulig. Mahmoud Abu Zeid, betur kendur sum Shawkan, gjørdi bara sítt arbeiði. Hann er myndajournalistur…

SLEPP QIN CHAO LEYSARI

SLEPP QIN CHAO LEYSARI

Saman við øðrum sokallaðum borgarajournalistum hevði Qin Chao ætlanir um at skriva um G20-toppfundin í Hangzhou í septembur í ár. Men longu tann 30. august varð Qin afturhildin av politinum. Tann almenna frágreiðingin var, at hon ”eggjaði til klandur og voldi trupulleikar”. Hon situr enn í fongsli uttan rætt til sakførara og í vanda fyri…

FLÓTTAFÓLK ILLA VIÐFARIN OG PÍND Í ITALIA

FLÓTTAFÓLK ILLA VIÐFARIN OG PÍND Í ITALIA

Undir ES-trýsti hevur Italia sett í verk nýggjar mannagongdir fyri at fáa flóttafólk at lata síni fingramerkir. Men kanningar hjá Amnesty vísa, at tær nýggju mannagongdirnar eru á markinum og í summum førum fara langt út um mark. Vit hava hitt meira enn 170 flóttafólk og migrantar á máli, og tey siga frá ógvisligum søgum…

VAKTIR NEYÐTAKA KVINNUFANGAR

VAKTIR NEYÐTAKA KVINNUFANGAR

Tær verða neyðtiknar og bukaðar og svølta og tysta. Kvinnufangar í fongslum í Somalilandi eru fyri kynsligum valdsgerðum og aðrari píning og hava ongan møguleika at klaga. Royna tær at klaga hjá fongsulsstjórnini, verða tær ofta revsaðar við meira harðskapi. Kvinnufangar í Gabiley-fongslinum í Somalilandi siga frá, hvussu vaktir á kvøldvaktini píndu tær. Kvinnurnar siga…

BURTURFLUTTAR KVINNUR VERÐA SVIKNAR

BURTURFLUTTAR KVINNUR VERÐA SVIKNAR

Yazidikvinnurnar har norðuri í Irak liva hvønn dag í stúran fyri, at IS fer at burturflyta tær. Tær vita, at ein slík burturflyting merkir neyðtøku, píning og trælahald. Tíverri fáa kvinnur, sum hava verið burturfluttar, heldur ikki ta hjálp, teimum tørvar. Tær eru hinvegin í vanda fyri at verða settar í fongsul. Eitt dømi um…

ÁHEITAN Á OBAMA: NÁÐA SNOWDEN BEINANVEGIN

ÁHEITAN Á OBAMA: NÁÐA SNOWDEN BEINANVEGIN

Ein maimorgun í 2013 fór Edward Snowden til Hong Kong við fullari tasku av loyniligum skjølum, sum stavaðu frá hansara arbeiði fyri NSA. Skjølum, sum avdúkaðu, hvussu ómetaliga víðtøkið tað heimsfevnda hópeftirlitið við púra vanligum fólki er. Leikluturin hjá Snowden sum sonevndur ‘whistleblower’, t.e. varskógvari, gjørdi hann til mannarættindahetju. Kortini er hann í vanda fyri…

14 ÁRA GAMAL DRONGUR BURTURFLUTTUR OG PÍNDUR

14 ÁRA GAMAL DRONGUR BURTURFLUTTUR OG PÍNDUR

Tíðliga ein januarmorgun burturflyta egyptisk trygdarlið tann 14 ára gamla Aser Mohamed. Í 34 samdøgur er hann horvin, og familjan leitar vónleys eftir honum. Aser sigur seinni frá, hvussu hann varð píndur, eitt nú við elhvøkki. Hann er nú í vanda fyri at fáa 15 ára fongsulsrevsing, tí hann undir píning hevur játtað seg sekan.…