”Tað var sum í einum Hollywood-filmi”, greiðir Shawkan frá. Tað var bara tað, at kúlurnar vóru veruligar. Táragassið var veruligt. Stríðsvognarnir, sum rullaðu fram ímóti mótmælisfólkunum um alt Egyptaland, vóru veruligir. Og tey túsund fólkini, sum vórðu dripin, vóru alt ov verulig.
Mahmoud Abu Zeid, betur kendur sum Shawkan, gjørdi bara sítt arbeiði. Hann er myndajournalistur og tók myndir undir einum sitimótmæli í Kairo tann 14. august 2013, tá ið trygdarlið brádliga hertóku økið.
Hann skrivaði seinni, at tað var sum at vera við í einum Hollywood-filmi. ”Tað kendist, sum vóru vit í kríggi. Har vóru kúlur, táragass, eldur, politi, hermenn og stríðsvognar allastaðni.”
Við myndatólinum fangaði Shawkan ruðuleikan rundan um seg. Politiið og herurin vórðu send um alt landið at basa ófriðinum. Talan gjørdist um blóðugastu hending í nýggjari egyptiskari søgu. Av teimum meira enn túsund fólkunum, sum doyðu henda dagin, vórðu meira enn 700 dripin, har sum Shawkan var staddur.
Tá ið politiið kom eftir, at Shawkan var journalistur, varð hann tikin og bakbundin við plaststrimlum, sum skóru ígjøgnum húðina og gjørdu opin sár um skøvningarnar á honum. Síðan varð hann sligin og pískaður við einum belti.
Í dag situr Shawkan í tí vandamikla Tora-fongslinum í Kairo og bíðar eftir dómi. Hann kann verða deyðadømdur. Næsti rættarfundur er settur at vera tann 10. desembur. Tí leggja vit nú serligt trýst á egyptiskar myndugleikar.
Trý ár eru liðin, síðan Shawkan varð fongslaður. Í rættinum í mai segði hann við dómaran: ”At taka myndir er eingin brotsgerð.” Og rætt hevur hann.
JOURNALISTAR RINDA HØGAN PRÍS
Sambært CPJ, eini nevnd fyri journalistavernd, er Egyptaland tað vandamiklasta landið í heiminum aftan á Kina at vera journalistur í. Sambært felagnum fyri egyptiskar journalistar eru í minsta lagi 20 journalistar fongslaðir í løtuni bara fyri at gera sítt arbeiði.
Í mai handtóku myndugleikarnir formannin í felagnum fyri egyptiskar journalistar, Yahia Galash, og tveir starvsfelagar hansara, Khaled Elbalshy og Gamal Abd el-Reheem. Teir vórðu millum annað skuldsettir fyri at hava ”borið skeiv tíðindi, sum hótta tann almenna friðin”. Handtøkan ber ófrættakend boð um, at egyptiskir myndugleikar herða stríðið ímóti talufrælsinum.
Skriva undir fyri, at samvitskufangin Shawkan verður leyslatin. Send SKRIVA og títt fulla navn til 1919.
DAGFØRING 5. MARS 2019
GÓÐ TÍÐINDI! SHAWKAN ER ENDILIGA LEYSLATIN.
Saman við túsundtals áheitanum og undirskriftum úr øllum heiminum, vóru 98 undirskriftir úr føroyum lætnar avvarandi mynduleikum. Amnesty Føroyar takkar so hjartaliga fyri tær 98 undirskriftirnar, tær gjørdu mun!