Undir ES-trýsti hevur Italia sett í verk nýggjar mannagongdir fyri at fáa flóttafólk at lata síni fingramerkir. Men kanningar hjá Amnesty vísa, at tær nýggju mannagongdirnar eru á markinum og í summum førum fara langt út um mark. Vit hava hitt meira enn 170 flóttafólk og migrantar á máli, og tey siga frá ógvisligum søgum um elektriskar stoytir, avsmyrjing og kynsliga eyðmýking.
Í summar hava kanningarfólk hjá Amnesty gjørt samrøðu við meira enn 170 flóttafólk og migrantar í Italia. Teirra frásagnir tekna eitt mynstur av harðligari valdnýtslu. Við avsmyrjing, elektriskum stoytum og kynsligari eyðmýking tvingar tað italska politiið flóttafólk og migrantar at lata síni fingramerkir. Í summum førum er valdnýtsan av so grovum slag, at talan beinleiðis er um píning.
16 ára gamli Djoka sigur frá:
”Tey góvu mær elektriskar stoytir við einum stavi. Fyrst nógvar ferðir í vinstra bein og síðan í høgra bein, bringuna og búkin. Eg var máttleysur og megnaði ikki at gera mótstøðu. At enda tóku tey báðar hendurnar á mær og løgdu tær á maskinuna. Eg fekk ikki gjørt mótstøðu.”
Ishaq sigur frá, hvussu hann varð kynsliga píndur:
”Tey fingu okkum øll at fara úr øllum klæðunum. Politistarnir grinu.”
Av tí at hann alla tíðina gjørdi mótstøðu, royndu tey aðrar snildir:
”Tey hildu mær føstum í allar fýra limir, ein persónur í hvønn. Tann fimti togaði kynslimin á mær niðureftir, til eg mátti seta meg niður. So avmyndaðu tey meg, meðan ein teirra snaraði høvdinum á mær ímóti myndatólinum. Og so eydnaðist teimum at fáa míni fingramerkir. Í tveir dagar bløddi eg, hvørja ferð eg pissaði.”
Tá ið ein myndugleikapersónur við vilja og við einum ítøkiligum endamáli veldur einum menniskja svára kropsliga og sinnisliga pínu, er talan um píning. Øll píning er forboðin sambært altjóðasáttmálum, sum eisini Italia hevur bundið seg til at virða og halda.
Av ymsum orsøkum sýta flóttafólk ofta fyri at lata síni fingramerkir. Nógv ræðast myndugleikar yvirhøvur og skilja ikki, hví tey skula lata síni fingramerkir. Nógv vilja ikki verða skrásett í Italia, tí tey ætla sær at biðja um friðskjól í øðrum landi. Orsøkin kann vera, at skyldfólk eru í øðrum europeiskum landi, ella at tey vænta sær betri umstøður aðrastaðni.
Ein 29 ára gomul sudansk kvinna segði soleiðis við Amnesty:
”Eg visti ikki so mikið sum, hvussu vit vóru komin higar. Eg græt. Eg sá øgiliga nógvar politistar. Eg var bangin. Eg var ikki før fyri at hugsa. Tað var ikki so frægt, at eg mintist navnið á foreldrum mínum.”
Tað er týdningarmikið at nevna, at nógv tey flestu fingramerkini verða skrásett friðarliga og professionelt, men frágreiðingin hjá okkum skjalprógvar eitt mynstur av valdsgerðum ímóti flóttafólki og migrantum. Okkum tørvar eina óhefta kanning av verandi mannagongdum. Í øllum førum eiga fólk ikki at verða noydd við harðskapi og píning at lata síni fingramerkir.
Píningin skal halda uppat. Send SKRIVA og títt fulla navn til 1919.