Meðan heimurin bíðar spentur eftir OL í Beijing, stúrir ein dóttir fyri, at tann fongslaði pápin ikki fer at koma undan við lívinum. Hann er ein teirra, sum Kina ikki vil hava teg at vita nakað um.
Lat ikki tann fagra OL-búnan fjala út yvir valdsgerðirnar hjá Kina.
Í februar 2022 fara heimsins eygur at venda sær móti teimum olympisku leikunum í Beijing. Meðan kinesiskir myndugleikar gera klárt til at sóla sær í OL-glæmuni, fer ymiskt fram handan leiktjøldini, sum tú átti at vitað av. Fólk, sum hava brúkt sítt talufrælsi og funnist at myndugleikunum, verða fongslað – ofta við ongum rættvísum rættargangi.
Krev, at Kina sleppir øllum teimum óseku, sum eru fongslað bara fyri at siga sína hugsan, leysum. Skriva undir átakið beinanvegin!
Bangin um pápa sín
Ilham Tohti er professari í búskaparfrøði og eigur trýr børn. Hann varð dømdur lívlangt fongsul fyri at hava skjalfest mannarættindabrot í Kina. Hann hevur millum annað gjørt eina heimasíðu, har hann hevur skjalfest mannarættindabrot móti bæði uighur-ættbólkinum og han-ættbólkinum, sum flestir kinesarar hoyra til.
Hann varð handtikin heima hjá sær sjálvum eina náttina í januar 2014. Seinni varð hann dømdur lívlangt fongsul, ákærdur fyri separatismu, hóast hann nettupp eggjaði til samanhald millum uighur-minnilutan og han-kinesarar.
Dóttirin lesur í USA og hættar sær ikki heim av ótta fyri at verða fongslað. Heima í Kina eru mamma hennara og beiggjarnir hjá henni undir eftirliti.
“Kinesiskir myndugleikar hava altíð sagt, at pápi mín eggjaði til harðskap. Men pápi mín brúkar eittans vápn: pennin.” – Jewher Ilham, dóttir Ilham Tohti
Í fýra ár hevur hon einki frætt frá pápanum. Nú ber hon ótta fyri, at pápin ikki orkar meira.
”
Gott í tykkum, hjálpið mær at fáa hann heim.
– Jewher Ilham
Okkara krøv
Vit krevja, at stjórnin hjá Xi Jinping sleppir øllum ákærum og sleppir øllum teimum, sum eru rættarsøkt ella afturhildin fyri at hava brúkt sítt talufrælsi, leysum, og at hann byrjar við hesum fólkunum: Zhang Zhan, Ilham Tohti, Li Qiaochu, Gao Zhisheng og Rinchen Tsultrim.
Revsað fyri at brúka røddina
Ilham Tohti er minni enn so tann einasti, sum er fongslaður fyri at hava funnist at myndugleikunum.
Her eru fýra fólk afturat, sum hava sagt sína hugsan og síðan eru annaðhvørt fongslað ella horvin:
Hví skriva undir?
Hvør undirskrift ger sítt til at leggja trýst á kinesiska stýrið, meðan heimsins eygu eru vend móti Kina, so at tey fimm mannarættindastríðsfólkini vónandi verða leyslatin upp undir OL.
Hvat verður av undirskriftini?
Vit senda Xi Jinping undirskriftirnar tann 14. mars saman við undirskriftum frá øðrum amnestyskrivstovum kring heimin.
FAKTA
Talufrælsi í Kina
Talufrælsið er hótt á fleiri økjum í Kina. Eftirlit og sensurur gera sítt til, at fólk ikki ditta sær at finnast at myndugleikunum.
Myndugleikarnir hava sett filtur á leitimaskinur sum Google. Teir sensurera heimasíður, sum innihalda orð sum ‘frælsi’, ‘mannarættindir’ og ‘Amnesty International’. Sosialir miðlar, bloggar og onnur lutan av upplýsingum á internetinum eru undir strongum eftirliti.
Tey, sum birta upp undir kjak um fólkaræði ella avdúka valdsmisnýtslu, verða jagstrað og fongslað.
Les meira um Kina her.
SKRIVA UNDIR HER
Eg krevji, at Xi Jinping sleppir øllum, sum eru fongslað fyri at siga sína hugsan, leysum, og at hann byrjar við Ilham Tohti, Zhang Zhan, Li Qiaochu, Gao Zhisheng og Rinchen Tsultrim.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.