TANN 53 ÁRA GAMLI KINESISKI AKTIVISTURIN, HUANG QI, HEVUR HALGAÐ LÍVIÐ TIL AT VARPA LJÓS Á MANNARÆTTINDABROT. BROTINI VERÐA SKJALFEST Á HEIMASÍÐUNI 64 TIANWANG. HANN ER NÚ Í FONGSLI, HAR HANN VERÐUR PÍNDUR. HEILSUSTØÐAN HJÁ HONUM VAR FRAMMANUNDAN VÁNALIG, MEN PÍNINGIN GER HANA ENN VERRI OG SETUR HANN Í LÍVSVANDA.
Kinesiski Huang Qi er álvarsliga sjúkur, og heilsan er versnað munandi, síðan eitt lið av løgreglumonnum handtók hann í heiminum í novembur 2016. Ein mánað seinni frætti familjan, at hann var handtikin fyri at hava ”kunngjørt ríkisloyndarmál”.
Sambært ákæruni skal hann sambært tveimum kinesiskum mannarættindaheimasíðum hava lagt eitt skjal frá Mianyang kommunu á heimasíðuna hjá sær. Skjalið lýsti Huang Qi sum eitt mið fyri eini harðari kós móti aktivistum, sum starvaðust fyri heimasíðuna 64 Tianwang. Tað var ikki fyrr enn eftir hetta, at stjórnin við afturvirkandi gildi flokkaði skjalið sum topployniligt og brúkti hol í lóggávuni til at fella hann.
Ikki fyrr enn átta mánaðir eftir handtøkuna fekk Huang Qi samband við sakførararan hjá sær. Hann greiddi sakføraranum frá hendingum í fongslinum, har hann hvønn dag í fleiri vikur varð noyddur at standa til avhoyringar millum fýra og seks tímar. Við hesum royndu myndugleikarnir at trýsta hann til at játta seg sekan. Seinni greiddi hann sakføraranum frá, hvussu eisini aðrir fangar gjørdu seg inn á seg eftir boðum frá einum av fangavørðunum.
Familjan hjá Huang Qi ber ótta fyri, at hann kann doyggja hvørja løtu orsakað av vantandi læknahjálp. Eftir at hava vitjað hann í fongslinum greiddi sakførarin 85 ára gomlu mammu Huang Qu frá støðuni. Hon skrivaði síðan í eini dagføring á tí sosiala miðlinum WeChat:
Kroppurin á Huang Qi, serliga beinini, er sera hovin.
Huang Qi hevur nevniliga eina kroniska nýrasjúku, sum kann gera, at nýruni ganga fyri, um hann ikki fær tær níggju tablettirnar, sum honum tørvar um dagin. Aftur at tí hevur hann vatn í høvdinum og eina hjarta- og lungnasjúku. Kemur hann ikki skjótt undir læknahond, er vandi fyri, at hann doyr.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit síggja eitt mál sum hetta. Í hesi løtu sita eisini tíggju aðrir journalistar, sum arbeiða fyri 64 Tianwang, í fongsli. Stjórnin roynir við skipaðum átøkum at teppa atfinningarsamar journalistar. Eitt nú vórðu fimm journalistar handtiknir í 2014, eftir at blaðið hjá teimum hevði skrivað eina grein um eina loyniliga evnafrøðiliga verksmiðju. Eftir fimm mánaðir við átakinum fyri Unity 5, sum Amnesty-stuðlar um allan heimin tóku lut í, eru tey fimm nú leyslatin. Standa vit saman, kunnu vit eisini geva Huang Qu frælsið aftur. Saman kunnu vit leggja trýst á teir kinesisku myndugleikarnar, so at hann verður leyslatin og kemur í viðgerð.
Huang stovnaði í 1998 ta fyrstu kendu heimasíðuna fyri rættindaeftirlit í Kina. Heimasíðan sigur frá mannarættindabrotum og klagum um stjórnina. Arbeiðið hjá Huang við ríkisjournalistikki er vorðið fagnað við altjóða virðislønum, m.a. tveimum frá felagsskapinum Reporters Without Borders, sum gav 64 Tianwang virðislønina fyri fjølmiðlafrælsi í 2016 og Huang sjálvum virðislønina fyri netfrælsi í 2004.
VIT KREVJA, AT TEIR KINESISKU MYNDUGLEIKARNIR:
- sleppa Huang Qi leysum beinanvegin og treytaleyst, um teir ikki føra haldgóð prógv fyri, at hann hevur framt eitt lógarbrot, sum verður viðurkent á altjóða stigi
- geva Huang Qi regluliga og óavmarkaða atgongd at læknahjálp, tá ið hann biður um tað
- geva Huang Qi eina rættvísa rættargongd í samsvari við altjóða krøv, um teir velja at halda fram við málinum
- síggja til, at Huang Qi ikki verður píndur ella illa viðfarin á annan hátt
- seta eina óhefta kanning í verk av málinum hjá Huang Qui, eisini eina læknakanning við støði í frásøgnunum um píning og aðra ringa viðferð
- sleppa Huang Qi at síggja familjuna