Paing Phyo Min skal sita seks ár í fongsli – fyri eina satiriska framførslu, har ið hann fanst at herinum í Myanmar. Hjálp okkum at fáa hann leyslatnan. Skriva undir nú!
Paing Phyo Min (eisini kendur sum De Yay) elskar at syngja og spæla gittara og er stórur fjeppari hjá Taylor Swift. Hann er 22 ára gamal og limur í poesibólkinum Peacock Generation. Bólkurin fæst við eitt siðbundið slag av poetry slam, sum eitur Thangyat. Thangyat snýr seg um at blanda sjónleik og tónleik saman og verður vanliga framført í apríl í sambandi við festivalin “New Year Water” í Mynamar.
Í apríl og mai 2019 vórðu Paing Phyo Min og seks aðrir limir í Peacock Generation handtiknir, eftir at teir høvdu framført í hermannabúna á festivalinum. Teir gjørdu gjøldur burtur úr herinum og søgdu hann ikki tola atfinningar, krøkja seg í valdið og koyra landið av knóranum, meðan ovastarnir skava pening til sín.
Paing Phyo Min varð dømdur seks ára fongsul, m.a. fyri at hava eggjað heryvirmonnum til at sleppa sínum skyldum og fyri at hava sent øðrum myndir og upptøkur av framførsluni hjá bólkinum. Myndugleikarnir hildu eina mynd av einum hundi í herbúna vera serliga naska.
”Vit hava framført við Thangyat hvørt ár síðan 2013. Vit hava víst á, hvat ið er galið í okkara samfelag, og funnist at stjórnini. Men í 2019 komu vit so undir ljóskastaran hjá herinum, sum máar støðið undan tí fólkaræðisliga umskiftinum í Myanmar,” sigur Paing Phyo Min. ”Tey kunnu fongsla okkum, men vit gevast ikki at siga okkara hugsan.”
Statt saman við okkum, tá ið vit krevja, at stýrið í Myanmar beinanvegin sleppir Paing Phyo Min leysum. Skriva undir nú!
Skriva fyri lívi 2020
Málið um Paing Phyo Min er eisini við í Skriva fyri lívi 2020.
Skriva fyri lívi er eitt afturvendandi átak hjá Amnesty International, har ið tú kanst senda fólki, sum eru fongslað av órøttum ella á annan hátt hava verið fyri rættindabrotum, brøv. Tú kanst eisini senda teimum, sum fremja brotini, brøv og krevja broytingar og ábøtur.
Tak lut í Skriva fyri lívi her
Ert tú lærari, finnur tú eisini undirvísingartilfar her, sum styrkir fatanina hjá næmingunum av umheiminum og gevur teimum tvørmentanarligt innlit við støði í veruligum málum.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.