Í LØTUNI SITA UPP ÍMÓTI EINARI MILLIÓN FÓLK Í FANGALEGUM Í KINA. Í LEGUNUM ROYNA MYNDUGLEIKARNIR AT ALA TEY UPP AV NÝGGJUM. UMSTØÐURNAR ERU ÓMENNISKJANSLIGAR, GREIÐIR EIN FYRRVERANDI FANGI FRÁ. SKRIVA UNDIR, SO AT VIT KUNNU LEGGJA TRÝST Á KINESISKAR MYNDUGLEIKAR OG FÁA LEGURNAR STONGDAR.
Í Xinjiang-landslutinum í útnyrðingspartinum av Kina sita úti við eina millión fólk í fangalegum, sum myndugleikarnir lýsa sum Deplar fyri umbroyting gjøgnum útbúgving. Sambært kinesiskum myndugleikum eru legurnar neyðugar til at sleppa undan víðgongdum virksemi og yvirgangi. Kina hevur tey seinnu árini hert misgerðirnar móti tí í høvuðsheitum muslimska fólkinum í Xinjiang-landslutinum. Tann størsti etniski minnilutabólkurin er uigurar.
PÍNING OG HEILAVASKING
Amnesty hevur samband við avvarðandi hjá eftirlýstum persónum og fyrrverandi fangum, sum siga frá píning, heilavasking og ómenniskjansligum umstøðum í legunum. Ein fyrrverandi fangi greiðir frá, hvussu hann við leinkjum um armar og bein fekk eina hettu smoygda niður yvir høvdið og varð tvingaður at standa púra stillur í 12 tímar. Hann fortelur eisini, at fangarnir ikki sluppu at tosa saman, og at teir framman undan hvørjari máltíð skuldu messa navnið á tí kinesiska ríkisleiðaranum: ”Xi Jinping leingi livi! Xi Jinping leingi livi!”
Tað frættist um fangar, sum lata lív í legunum, og aðrar, sum missa mótið av tí vándu viðferðini og gera enda á sær.