Tær verða neyðtiknar og bukaðar og svølta og tysta. Kvinnufangar í fongslum í Somalilandi eru fyri kynsligum valdsgerðum og aðrari píning og hava ongan møguleika at klaga. Royna tær at klaga hjá fongsulsstjórnini, verða tær ofta revsaðar við meira harðskapi.
Kvinnufangar í Gabiley-fongslinum í Somalilandi siga frá, hvussu vaktir á kvøldvaktini píndu tær. Kvinnurnar siga frá neyðtøku og øðrum kynsligum valdsgerðum, ógvisligum harðskapi og døgum við ongum mati og drekka. Klaga tær hjá fongsulsstjórnini, eru tær í vanda fyri at verða revsaðar við meira harðskapi. Kvinnurnar hava tí vent sær til Amnesty og biðið um hjálp.
Hvussu fært tú hjálpt?
Skriva undir! Av royndum vita vit, at altjóða trýst munar væl í sakum sum hesari. Tá ið heimurin frættir og fær fylgt við, hvat ið fer fram, verður tað verri at skúgva klagurnar til viks.
Tí savna vit inn undirskriftir til frama fyri kvinnufangarnar og brúka tær at leggja trýst á myndugleikarnar og fongsulsstjórnina. Vit heita á tey um:
- at tryggja, at valdsgerðirnar steðga og alt samband við fangarnar hereftir fer fram undir umsjón av kvinnuligum starvsfólki
- kanna sakirnar hjá kvinnunum og, um prógv eru, loysa teir seku úr starvi og rættarsøkja teir
- tryggja, at kvinnur, sum klaga, ikki eru fyri revsiatgerðum
Send SKRIVA og títt fulla navn til 1919, at heita á statin um at steðga valdsgerðunum ímóti kvinnufangum, ið verða píndir í fongslum í Somalilandi.