Tað sýriska Saydnaya-fongslið er eitt satt sláturhús, vísir ein nýggj frágreiðing. Okkara vitnir siga frá hópavrættingum av vanligum borgarum, grovari píning, hungri og kynsligum harðskapi. Heimssamfelagið kann ikki sita hendur í favn: Trygdarráðið hjá ST má gera nakað við støðuna beinanvegin.
Frágreiðingin byggir á samrøður við 84 vitnir. Fyrrverandi fangar, rýmdir fangavørðir, dómarar og onnur starvsfólk í fongslinum siga frá ræðuligum søgum, um hvussu politisk mótstøðufólk verða viðfarin. Nógv teir flestu fangarnir í hernaðarfongslinum eru vanligir borgarar: mannarættindaverjar, journalistar, læknar, neyðhjálparfólk, lesandi og mótmælisfólk. Í eini lon fyri seg sita eisini hermenn úr herinum hjá Assad sjálvum, sum sigast at vera falnir í ónáði.
Dagin á tamb er fongslið karmur um píning, hungur, tosta og kynsligan harðskap. Fangarnir verða miðvíst ógvuliga illa viðfarnir, og maturin verður bara tveittur inn á tað blóðdálkaða gólvið í klivunum. Eina til tvær ferðir um vikuna verða millum 20 og 50 fangar avrættaðir eftir eitt sokallað rættarmál, sum bara varir nakrar fáar minuttir. Okkara kanningar vísa, at næstan 13.000 fólk eru avrættað síðan 2011. Talið á deyðum er uppaftur størri, um vit telja tey við, sum eru deyð av píningini og umstøðunum í fongslinum.
Tað er fullkomiliga óhugsandi, at tann ovasta politiska leiðslan í landinum ikki hevur góðkent illgerðirnar í Saydnaya-fongslinum. Illgerðirnar eru so nógvar í tali, og so nógv fólk hava tikið lut í teimum, at stjórnin má hava góðkent, at so nógv orka er løgd er í at fremja tær. Harafturat skal annaðhvørt ríkisleiðarin ella verjumálaráðharrin sambært lóggávuni í landinum góðkenna deyðadómarnar.
Altjóðasamfelagið hevur eina ferð enn latið vera við at gera nakað fyri at steðga tí ómetaliga álvarsliga áganginum, sum fer fram í Sýria. Ágangurin er brot á tær mest grundleggjandi meginreglurnar í mannarættindunum og krígsfólkarættinum. Talan er um krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini
Tí er tað so umráðandi, at Trygdarráðið hjá ST beinanvegin ger nakað við støðuna. Og av tí at teir russisku sameindu hjá Assad eru fastur limur í Trygdarráðnum, eiga vit at krevja, at Russland alt fyri eitt átalar píningina, avrættingarnar og tær ómenniskjansligu umstøðurnar og ger alt, sum landið er ment, fyri at steðga áganginum. ST eigur í stundini at krevja at sleppa inn í øll fongslini í Sýria.
Talan er um eitt langt og tógvið stríð, men vit kunnu ikki sita hendur í favn. Skriva undir og krev, at óheftir eygleiðarar hjá ST sleppa inn í øll fongslini í Sýria.