Hóast at 2021 hevur verið eitt avbjóðandi ár, hava vit í Amnesty Føroyar eisini nógv at fegnast um. Her verður trivið í nakrar týdningarmiklar mannrættindasigrar at fegnast um í ár. Les eisini um 33 mannarættindasigrar, í 2021, sum vit kunnu fegnast um.
Sex krevur samtykki – nú kemur lógin!
Í 2021 settu vit samtykkigrundaða neyðtøkulóggávu á skrá á almennum tiltaki í samband við aðalfundin hjá Amnesty Føroyum.
Hetta er enn eitt stig í einum longum arbeiði við at arbeiða við kropsligum rættindum í Føroyum. Og nú vit takka fyri 2021 kunnu vit gleðast um, at løgmaður hevur sent uppskot um samtykkigrundaða neyðtøkulóggávu út til hoyringar, og tí kunnu vit veruliga vóna, at lóggávan um neðytøku fer at endurspeglað ta hugburðbroying, sum vit hava arbeitt við í seinastu nógu árini – at SEX sjálvandi KREVUR SAMTYKKI.
Fongsulsviðurskifti krevja meira – nógv meira!
Í 2021 hildu vit áfram við at varpa ljós á fongsulsviðurskifti í Føroyum. Tí Amnesty meinar, at tað er avgerandi neyðugt at vit bøta munandi um umstøðurnar. Vit kunnu gleðast um ein stóran innsats frá okkara myndugleikum í Føroyum. Stór orka er løgd í at greina økið, og tí hava vit nú ítøkilig uppskot til, hvat kann gerast. Tó máttu vit tíverru við ársenda 2021 staðfesta, at donsku myndugleikar, sum varða av økinum, als ikki valdu at raðfesta hetta í nóg stóran mun í langtíðaravtaluni fyri kriminalforsorgina, sum varð samtykt fyri fáum døgum síðani. Sostatt er framvegis átrokandi neyðugt, at Amnesty og vit øll saman framhaldandi varpa ljós á, at tað skal nógv meira til, tí veruleikin er, at okkara sárbærastu borgarar uppliva grundleggjandi brot á teirra rættindi.
Tit hava skriva og gjørt mun!
Saman hava vit sent 17 boð umvegis telefonir okkara út í heimin. Og vit hava gjørt mun! T.d. er mannarættindaaktivisturin Germain Rukuki sum vit skrivaðu fyri í februar í ár, leyslatin. Í apríl 2018 varð hann funnin sekur og dømdur 32 ára fongsul eftir órættvísan rættargang. Germain var dømdur fyri at standa ímóti myndugleikanum hjá statinum. 473 undirskriftir úr Føroyum saman við undirskriftum úr øllum heiminum vóru sendar burundiska forsetanum, Evariste Ndayishimiye.
Amnesty Ung
Vit eru so stolt av okkara ungu eldsálum, sum í ár stóðu fyri øllum skrivitiltøkunum hjá okkum í samband við ársins skriva fyri lív átaki. Tey vitjaðu 4 skúlar og skipaðu fyri almennum skrivitiltakið á Býarbókasavninum, og sum nakað nýtt skipaðu tey fyri talgildum skrivitiltaki á einum skúla
Gott nýggjár! Øll føgur ynski til tín og tíni,
Amnesty International Føroyar