Lógaruppskot um dagførda abortlóggávu
Mánaddagin, 08.01, varð lóggaruppskot um dagførda abortlóggávu sent til ummælis. Amnesty International Føroyar gleðist um, at landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, hevur tikið stig til at endurskoða abortlógina.
Tað er eitt stórt og neyðugt stig fyri kvinnurættindi í Føroyum, at vit fáa eina abortlóg, sum virðir kropsliga sjálvavgerðarrættin. Vit gleðast tí um, at hesi rættindi verða vird í lógaruppskotinum.
Vit eru tilvitaði um, at hetta er eitt evni, sum kann skapa øsing og kjak, sum til tíðir kann gerast ógvusligt og niðrandi. Tí fara vit at heita á øll um at vísa góðan kjaksið, og virða hvønn annan.
Abortlóggávan skal virða rættindi hjá kvinnum
Í Amnesty International halda vit, at gentur og kvinnur skulu hava rætt at taka abort undir tryggum umstøðum við virðing fyri teirra tørvi og rætti. Okkara sjónarmið er grundað á, at tá kvinnur ikki hava møguleikan at velja abort, verða ávís grundleggjandi rættindi hjá kvinnum ikki vird. Í altjóða mannarættindasáttmálum er rætturin at taka avgerðir um egna heilsu, nøring, framtíð og rætturin til javnrætt, til ikki at vera fyri mismuni og til virðing fyri og verju av privatlívinum staðfestur. Loyva vit ikki kvinnum at taka abort, verða hesi rættindi ikki vird.
Gentur og kvinnur skulu sjálvar hava ræðið at taka avgerðir um egna nøring og viðgongu. Hesar avgerðir skulu takast av egnum vilja og uttan tvingsil, harðskap ella hóttanir. Eingin skal verða trýst at taka abort, og somuleiðis skal eingin verða noktað rættin at taka abort.
Umframt at núverandi abortlóggáva ikki virðir hesi rættindini, førir hon eisini við sær, at kvinnur í Føroyum ikki hava javnbjóðis møguleikar at taka abort. T.d. kunnu summar kvinnur leita sær av landinum fyri at fáa abortina, ið teimum tørva, meðan tað, vegna fíggjarligar ella sosialar umstøður, ikki er ein møguleiki hjá øðrum.
Hvørt vit loyva kvinnum at taka abort ella ikki, fara abortir altíð at verða framdar. Sambært alheimsheilsustovninum hjá ST, WHO, førir strong abortlóggáva ikki við sær, at abortir ikki verða vera framdar, men harafturímóti førir tað við sær, at abortirnar verða ótryggar. At loyva abortum ger abortirnar tryggar og javnsetur kvinnur at fáa tað heilsutænastuna, teimum tørva.
Les meira um sjónarmiðið hjá Amnesty International her.
Fyribyrging og kunning
Á tíðindafundinum, sum var á Løgmansskrivstovuni í gjár, nevndi Bjarni K. Petersen harumframt, at størri dentur framyvir verður lagdur á upplýsing og fyribyrging. Í fleiri ár hevur Amnesty International Føroyar heitt á at uppraðfesta seksualupplýsing í fólkaksúlunum og at seta í verk seksualupplýsing á ungdómsskúlunum. Vit vóna tí, at økta upplýsingin og fyribyrgingin fevnur um eina uppraðfesting av seksualupplýsingini í føroysku fólka- og ungdómsskúlunum.
ABORTPOLITIKKURIN HJÁ AMNESTY INTERNATIONAL
DIANA REYNSTIND:
“Eg hevði ynskt, at stóra avgerðin ikki lá í mínum hondum”
MARIA G. TÓRGARÐ:
“Eg hevði kensluna av, at tey drógu tíðina út”