Tíðindaskriv: Ráðstevna um fongsulsviðurskifti: “Fongslið, fangarnir og Føroyar”

Tíðindaskriv: Ráðstevna um fongsulsviðurskifti: “Fongslið, fangarnir og Føroyar”

Hósdagin tann 22. oktober kl. 13-16 í Aulini í Finsen. (Stroyming á facebooksíðuni hjá Amnesty International Føroyar) Fongsulsviðurskifti eru enduliga komin á politisku dagskránna. Løgtingið hevur samtykt eitt lógaruppskot til samtyktar at bøta um umstøðurnar í Mjørkadali, og at seta gongd á arbeiðið við einum nýggjum fongsli. Løgmaður hevur umrøtt evnið við danska løgmálaráðharran fyri…

Sara Omar

“Tá eg lati eyguni aftur, síggi eg deyð menniskju” – Sara Omar

Sara Omar kemur til Føroyar at tosa um skaldsøgur sínar Dødevaskeren og Skyggedanseren. Skaldsøgurnar hjá Sara Omar hava elvt til nógv kjak, serliga tí tær viðgera so viðkvom evni sum kvinnukúgan, blóðskemd, pedofili, harðskap ímóti kvinnum og børnum, og hvussu mentan, religión og samfelagsskipanir ávirka lívsmøguleikarnar hjá kvinnum og gentum. Skaldsøgurnar byggja á veruligar hendingar.…

Uighuri avbyrgdur í fleiri mánaðir

Uighuri avbyrgdur í fleiri mánaðir

Amnesty hevur einki frætt frá uighurska Merdan Ghappar, síðan hann í mars legði eina upptøku úr eini varðhaldslegu út á sosialu miðlarnar. Vit bera ótta fyri, at hann verður píndur. Skriva undir fyri at fáa Merdan leysan! Amnesty International er bangið um uighurska Merdan Ghappar, sum í løtuni situr avbyrgdur í eini varðhaldslegu. Tað var…

Almenn ráðstevna: Fongslið, fangarnir og Føroyar

Almenn ráðstevna um fongsulsviðurskifti í Føroyum. Ráðstevnan varð sett á skrá tann 31. mars, men varð útsett vegna korona. Nýggjur dagur er tann 22. oktober 2020. SKRÁ*: Stað: Smæran Tíð: 22. oktober frá kl. 13.00 – 16.00. Ábit og stuttir steðgir Orðstýrari: Óluva Zachariassen Høvuðstalari, upplegg og orðaskifti verða á skrá: Vit byrja kl. 13.00…

NÚ KUNNU TÍNIR KERTUSTUBBAR ENDURNÝTAST

NÚ KUNNU TÍNIR KERTUSTUBBAR ENDURNÝTAST

Samstarv millum Amnesty og Dugna: Lat Amnesty tínar kertustubbar, og ver við til at hjálpa okkum at gera endurnýtt Amnestyljós. Eitt ljós sum birtir vón. Í mong ár hevur Amnesty selt kertuljós í desember mánaði og eggja fólki at tendra eitt ljós á altjóða mannarættindadegnum tann 10. desember. Hetta fyri at minnast øll tey, hvørs…

Kanning um mannarættindi og barnarættindasáttmálan

Kanning um mannarættindi og barnarættindasáttmálan Í næstum fer Amnesty í samstarvi við Barnabata og Barnaumboðsmannin at gera eina kanning um vitanina hjá børnum og ungum um mannarættindi og barnarættindasáttmálan. Fyri framhaldandi at kunna upplýsa um grundleggjandi rættindi og menna tilfar til børn og ung, ynskir Amnesty at fáa vitan um, hvat børn og ung vita…

Steðgið løgregluharðskapi móti mótmælisfólki

Steðgið løgregluharðskapi móti mótmælisfólki

Krev, at tann ógvisligi løgregluharðskapurin móti friðarligum mótmælisfólki í Hvítarusslandi heldur uppat. Skriva undir átakið nú! Í seinastuni eru mótmælisfólk í túsundatali tust saman í gøtunum um alt Hvítarussland. Myndugleikarnir hava svarað aftur við harðskapi. Krev, at myndugleikarnir steðga løgregluharðskapinum og virða talufrælsið. Skriva undir átakið nú! Hví verður mótmælt? Tað er tað vanliga fólkið…

Krevja átøk at basa hatursbrotsverkum í Danmark

Tíverri eru nógvir LGBTI+’arar dagliga fyri ágangi í orðum og gerðum. Eingin skal lata sær lynda at vera fyri mismuni orsakað av seksualiteti, kynseyðkennum ella hvussu kynið kemur til sjóndar. Tí krevja fleiri felagsskapir nú politisk átøk at basa hatursbrotsverkum í Danmark. ”Fólk hava rópt eftir mær og spilt meg út, eg eri við neyð…

KANN FÁA DEYÐADÓM FYRI AT STRÍÐAST FYRI FÓLKARÆÐI

KANN FÁA DEYÐADÓM FYRI AT STRÍÐAST FYRI FÓLKARÆÐI

Omoyele Sowore úr Nigeria er ákærdur fyri svikaráð, tí at hann hevur stríðst fyri, at stjórnin skal kunna verða stillað til svars fyri sínar gerðir. Hann kann verða dømdur til deyða. Krev, at teir nigerisku myndugleikarnir sleppa øllum ákærum ímóti honum. Tað var fyrst í august 2019, at vápnaðir menn handtóku nigeriska Omoyole Sowore, eftir…