19. februar 2024
Ísrael/hersettu palestinsku økini: Ísrael má fáa enda á hersetingini av Palestina fyri at gevast við at styðja upp undir apartheid og skipað mannarættindabrot.
Ísrael má enda ta harðrendu hersetingina av Gasa og Vestara áarbakka, eisini Eysturjerusalem, sum landið hevur hildið uppi síðan 1967, sigur Amnesty International, nú farið verður undir almennar hoyringar fyri Altjóða dómstólinum (ICJ) fyri at kanna tær løgfrøðiligu avleiðingarnar av tí áhaldandi hersetingini.
Tær almennu hoyringarnar fara fram í Haag í døgunum 19.-26. februar, eftir at ST-aðalfundurin í desembur 2022 samtykti at biðja ICJ um eina ráðgevandi meting við atliti at, um politikkurin og framferðin hjá Ísrael í teimum hersettu palestinsku økjunum eru lóglig, og hvørjar avleiðingar ísraelska framferðin hevur fyri onnur lond og ST. Meira enn 50 lond, Afrikasamveldið, Arabiska ligan og Islamski samstarvsfelagsskapurin skulu ætlandi taka lut í rættarmálinum.

“Heimurin má viðurkenna, at bara við at fáa enda á tí ólógligu ísraelsku hersetingini ber til at steðga teimum afturvendandi mannarættindabrotunum í Ísrael og teimum hersettu økjunum.”
– Agnès Callamard
”Ísraelska hersetingin av Palestina er tann drúgvasta og ein tann deyðiligasta hernaðarliga hersetingin í heiminum. Í áratíggjur hevur hon verið eyðkend við, at palestinar hava verið fyri víðfevndum og skipaðum mannarættindabrotum. Hersetingin hevur eisini lagt lunnar undir ísraelsku apartheidskipanina, sum er áløgd øllum palestinum,” sigur Agnès Callamard, aðalskrivari hjá Amnesty International.
”Tann hernaðarliga hersetingin hjá Ísrael hevur gjøgnum árini ment seg til eina varandi herseting í eyðsýndum ósamsvari við altjóðarætt.”
“Stríðið, sum í hesum døgum herjar í hersetta Gasageiranum, har ið ICJ hevur staðfest, at veruligur og hóttandi vandi er fyri fólkamorði, hevur varpað bjart ljós á tær vanlukkuligu avleiðingarnar av at lata altjóða brotsverkini hjá Ísrael í hersettu palestinsku økjunum halda fram so leingi órevsað. Heimurin má viðurkenna, at bara við at fáa enda á tí ólógligu ísraelsku hersetingini ber til at steðga teimum afturvendandi mannarættindabrotunum í Ísrael og teimum hersettu økjunum.”
Varandi herseting
Sambært humanitera fólkarættinum skal herseting av einum øki í sambandi við eina ósemju vera fyribils. Hersetingarvaldið hevur skyldu til at umsita økið við virðing fyri áhugamálunum hjá tí hersetta fólkinum og, alt tað er gjørligt, at varðveita støðuna, sum hon var, tá ið hersetingin tók við, eisini við at virða galdandi lóggávu og lata vera við at gera demografiskar broytingar og pilka við territoriala integritetin hjá tí hersetta økinum.

Ísraelska hersetingin hevur ikki verið í samsvari við hesar grundleggjandi meginreglurnar í humanitera fólkarættinum. Tann drúgva hersetingin vísir – saman við tí ólógligu almennu innlimanini av tí hersetta Eysturjerusalem og de facto innlimanini av stórum pørtum av Vestara áarbakka við at leggja hald á lendi og víðka um búsetingarnar – greitt, at endamálið hjá Ísrael er, at hersetingin skal standa við til frama fyri hersetingarvaldið og tess egnu borgarar.
Gasageirin er hersettur við sama lag, hóast ísraelsk herlið tóku seg aftur og búreisingar vórðu fluttir í 2005, tí økið og fólkið eru framvegis undir víðfevndum ísraelskum eftirliti, m.a. marknaeftirliti á landi og móti sjónum og eftirliti við loftrúminum og fólkayvirlitinum. Í 16 ár hava gasabúgvar upplivað hersetingina gjøgnum ta ólógligu ísraelsku avbyrgingina, sum av álvara hevur avmarkað flytførið hjá fólki og vørum og hevur oyðilagt búskapin í Gasa, og gjøgnum afturvendandi tilburðir við valdsgerðum, sum hava myrt og sært sivilfólk í túsundatali og oyðilagt stóran part av undirstøðukervinum og bústøðunum í Gasa.
”Øll lond mugu endurskoða síni viðurskiftir við Ísrael fyri at tryggja, at tey ikki gera sítt til at halda hersetingini ella apartheidskipanini uppi. Nú ið teir evropeisku uttanríkisráðharrarnir hittast í Bruxelles í dag, hevur tørvurin ongantíð verið meira átrokandi á eini greiðari og samfeldari áheitan um at steðga ísraelsku hersetingini,” segði Agnès Callamard.
Lívið undir hersetingini
Palestinar, sum liva undir ísraelsku hersetingini, er fyri einum ótali av mannarættindabrotum, sum verða hildin uppi av einum stýri við skipaðum yvirræði og kúgan. Tann kúgandi mismunarlóggávan, sum eftir øllum at døma varð samtykt sum liður í hersetingini, men sum á munadyggan hátt tænti endamálunum við ísraelsku apartheidskipanini, hevur syndrað og gjørt skilnað millum palestinar tvørtur um tey hersettu økini, samstundis sum teirra tilfeingi er gagnnýtt ólógliga, teirra rættindir og frælsi eru avmarkað, og næstan allir tættir í teirra lívi verða stýrdir.
Sjálvt undan verandi ófriði høvdu palestinar í Gasa verið fyri alskyns ísraelskum hernaðaratsóknum – í minsta lagi seks millum 2008 og 2023 – umframt varandi stongsil á landi, móti sjónum og í luftini, sum hevur givið Ísrael fastatøkur á hersetta Gasa. Undir hesum atsóknunum skjalprógvaði Amnesty International eitt afturvendandi mynstur av ólógligum álopum, sum eru krígsbrotsverk og enntá brotsverk móti mannaættini, samstundis sum tann áhaldandi avbyrgingin er felagsrevsing, sum somuleiðis er krígsbrotsverk.

”Í 56 ár hava palestinar í teimum hersettu økjunum livað fangaðir og kúgaðir undir tí harðrendu ísraelsku hersetingini og verið fyri skipaðum mismuni.
– Agnès Callamard
Á Vestara áarbakka, eisini í hersetta Eysturjerusalem, eru palestinar áhaldandi fyri ótálmaðari valdnýtslu. Teir verða ólógliga myrdir, tilvildarliga handtiknir, fyrisitingarliga afturhildnir og burturriknir við tvingsli. Teirra bústaðir verða niðurtiknir, teirra lendi og náttúrutilfeingi verða inndrigin, og grundleggjandi rættindi og frælsi verða sýtt teimum. Ísraelska avbyrgingarskipanin í fleiri løgum, stuðlað av hópeftirliti, forðingum og løgfrøðiligum avmarkingum, eisini einum ólógligum múri/girðing, hundraðtals eftirlitsstøðum og vegstongslum og einum tilvildarligum loyvisstýri, hevur skert frælsið hjá palestinum at flyta seg frítt og staðfest teirra vantandi atkvøðurætt.
Millum tey mest talandi dømini um, at altjóðarættur verður skúgvaður til viks, teljast tann áhaldandi víðkanin av ísraelskum búsetingum í teimum hersettu palestinsku økjunum og tann ólógliga innlimanin av tí hersetta Eysturjerusalem beint eftir kríggið í 1967, sum varð stjórnarrættarliga staðfest í 1980. Í løtuni eru í minsta lagi 300 ólógligar ísraelskar búsetingar og hernaðarligar framstøðir á Vestara áarbakka, eisini í tí hersetta Eysturjerusalem við meira enn 700.000 ísraelskum niðursetufólkum.

5.-9. mai 2021. Palestinskir íbúgvar í Sheikh Jarrah-býlinginum í hersetta Eysturjerusalem hildu friðarlig mótmælistiltøk móti hóttandi tvingsilsútkoyringunum av fýra palestinskum familjum. Mótmælisfólkini vórðu viðfarin við ógvusligari og óneyðugari valdsgerð. Privat mynd.
”Í 56 ár hava palestinar í teimum hersettu økjunum livað fangaðir og kúgaðir undir tí harðrendu ísraelsku hersetingini og verið fyri skipaðum mismuni. Hvør einasti táttur í gerandislívinum verður órógvaður og stýrdur av ísraelskum myndugleikum, sum avmarka teirra rætt at flyta seg frítt, at vinna til lívsins uppihald, at seta sær útbúgvingar- og starvsmál og at njóta líkinda lívsgóðsku, umframt at teimum verður sýtt atgongd at egnum lendi og náttúrutilfeingi,” segði Agnès Callamard.
”Ísrael hevur eisini hildið fram við tí grova lendistøkupolitikkinum og víðkar eirindaleyst tær ólógligu búsetingarnar í ósamsvari við altjóðarætt og við oyðandi avleiðingum fyri mannarættindini og trygdina hjá palestinum. Harðligir ísraelskir búreisingar hava í áratíggjur lopið á palestinar og eru næstan heilt slopnir undan revsing.”
Beinhørð stýring
Tann beinharða ísraelska skipanin til at stýra teimum hersettu palestinsku økjunum fevnir um eitt víðfevnt net av hernaðarligum eftirlitsstøðum, girðingum/múrum og herstøðum og herdeildum umframt eina røð av kúgandi hernaðarligum boðum.
Ísraelska stýringin av teimum hersettu økjunum, fólkayvirlitinum, vatnveitingini, elveitingini, telesamskiftistænastunum, stuðlinum til hjálpartiltøk og menningarhjálpini og verksetingin av egnum gjaldoyra hava havt oyðandi ávirkan á búskaparligu og sosialu gongdina hjá palestinska fólkinum í teimum hersettu økjunum.
Henda stýringin hevur rokkið higartil ósæddum ræðuleikastigum í Gasageiranum, har ið Ísrael hevur hildið fast við ein 16 ára gamlan ólógligan stongsil, sum er herdur enn meira síðan tann 9. oktobur 2023. Stongsilin hevur saman við afturvendandi ísraelskum hernaðaratgerðum blakað Gasageiran út í eina ta álvarsligastu humaniteru kreppuna og mannarættindakreppuna í nýggjari tíð.
”Sum hersetingarvald hevur Ísrael skyldu til at tryggja øllum, sum búgva í tí hersetta økinum, vernd og vælferð. Í staðin hevur landið uttan revsing framt grov og skipað mannarættindabrot. Ísrael vísir á tørvin á at varðveita trygdina sum orsøk til tann ræðuliga politikkin. Men trygd kann ongantíð rættvísgera apartheid, ólógliga innliman og búsetingar ella krígsbrotsverk móti tí varda fólkinum. Einasti háttur at tryggja ísraelum og palestinum trygd er at virða mannarættindini hjá øllum,” segði Agnès Callamard.

Palestinskar neyðtænastur og íbúgvar leita eftir fólki í húsum, ið vóru oyðiløgd av ísraelskum loftálopum á Khan Yunis, sum er suðara parti av Gazageiranum, 19. oktobur í 2023. Gazabúgvar evakuera suðureftir eftir boðum frá ísraelskum myndugleikum, áðrenn væntaða krígsførslu á landi. Mynd: Ahmad Hasaballah/Getty Images.
At endað hersetingina hevði merkt at endurreist rættindini hjá palestinum við at tikið av ta eirindaleysu avbyrgingina av Gasa, tikið burtur ísraelsku búsetingarnar á Vestara áarbakka, eisini í Eysturjerusalem, og sett úr gildi ta ólógligu innlimanina. Tað hevði gjørt tað møguligt hjá palestinum at flutt seg frítt í økjunum, har ið teir búgva, og latið familjur, sum eru atskildar av ymiskari løgfrøðiligari eyðmerkingarstøðu – Jerusalem, Vestari áarbakki ella Gasageirin – verið sameindar aftur. Tað hevði minkað um hóplíðingina og steðgað víðfevndum mannarættindabrotum.
Tað hevði eisini gjørt sítt til at loyst tær grundleggjandi orsakirnar til tann afturvendandi harðskapin og krígsbrotsverkini móti ísraelum og soleiðis betrað um verndina av mannarættindum og tryggjað teimum, sum hava verið fyri órætti á báðum síðum, rættvísi og endurgjald.

Palestinska kvinnan, Inas Abu Maamar, heldur um líkið av 5 ára gomlu Saly, syskinadóttrini, sum varð dripin í einum ísraelskum álopi á Nasser-sjúkrahúsið í Khan Younis í Suðurgaza.
Baksýni
Tann 30. desembur 2022 samtykti ST-aðalfundurin samtykt A/RES/77/247, har ið Altjóða dómstólurin varð biðin um eina ráðgevandi meting við atliti týðandi spurningum um løgfrøðiligar avleiðingar av tí áhaldandi ísraelsku hersetingini, búsetingunum og innlimanini av palestinskum landøki, sum hevur verið hersett síðan 1967, hvussu ísraelskur politikkur og framferð ávirka rættarstøðuna hjá hersetingini, og hvørjar rættarligar avleiðingar henda støðan hevur fyri øll lond og ST.
Rætturin fer væntandi at kunngera sína ráðgevandi meting seinni í ár.
Í seks áratíggjur hevur Amnesty International skjalfest, hvussu ísraelsk herlið órevsað hava framt álvarslig mannarættindabrot í teimum hersettu palestinsku økjunum. Í 2022 læt felagsskapurin úr hondum Ísrealskt apartheid móti palestinum: Ræðulig skipan við yvirræði og brotsverkum móti mannaættini, eina frágreiðing, sum varpar ljós á leiklutin hjá ísraelska herinum og hersetingini í at halda apartheidskipanini uppi. Nógv av úrslitunum og tilmælunum í frágreiðingini strika undir tann átrokandi tørvin á at gera enda á ísraelsku hersetingini fyri at taka burtur umhvørvið, sum ger tað møguligt at fremja brotsverk móti mannaættini og krígsbrotsverk.