Anna var fyrst í 30’unum, tá ið hon óvæntað gjørdist upp á vegin. Av persónligum ávum metti Anna seg ikki at kunna fáa eitt barn júst tá. Anna bað um at fáa abort, men læknin metti ikki, at hon leyk krøvini, sum lógin ásetur fyri at fáa abort, og tí varð umbønin noktað. Krev, at føroyska abortlóggávan verður dagførd, so at kvinnur í Føroyum fáa møguleikan at velja abort.
“Umbønin hjá mær leyk ikki krøvini í lógini, sum læknin sá tað. Eg spurdi kommunulæknan, um vit kundu senda eina umbøn afturat, men hann vildi ikki gera meira við hetta. Eg varð noydd at leita í donskum privatsjúkrahúsum fyri at fáa viðgerðina uttan danska heilsutrygging.”
– ANNA
Søgan hjá Annu er einki eindømi, tí hvørt ár fara føroyskar kvinnur av landinum at fáa abortina, sum teimum tørvar, men sum verður noktað teimum í Føroyum.
ALTJÓÐA DAGUR FYRI TRYGGA ABORT
28. septembur er altjóða dagur fyri trygga abort. Henda dagin fagna vit rættinum at taka avgerð um egnan kropp og nøring, men stríðast eisini fyri teimum, sum ikki hava hesi rættindini enn. Føroyar eru einasta land av Norðurlondum, har kvinnur ikki hava møguleikan at velja abort, og føroyska abortlóggávan telist millum tær strangastu í Evropa.
Krev, at føroyska abortlóggávan verður dagførd, so gentur og kvinnur í Føroyum fáa tann grundleggjandi rættin at taka avgerð um egnan kropp, heilsu og nøring.
FØROYSKA ABORTLÓGGÁVAN
Orsøkin til, at Anna og aðrar føroyskar kvinnur ikki fáa abort, hóast tær vilja tað, er, at føroyska abortlóggávan bert loyvir abort í serligum førum, t.d. um viðgongan stóðst av neyðtøku ella blóðskemd, um kvinnan ikki verður mett at vera før fyri at taka sær av barninum, ella um heilsa ella lív er í vanda hjá kvinnuni ella fostrinum.
Tað er revisvert fyri ein lækna at fremja eina abort, um krøvini í lógini ikki eru lokin, og tað er somuleiðis revsivert fyri hana, sum er upp á vegin, um hon sjálv fremur abortina.
Sjálvt um Anna sjálv ikki metti seg at kunna fáa eitt barn, hevði hon ikki hetta valið í Føroyum.
Hóast lond hava ábyrgd av at tryggja seksual- og nøringarrættindi hjá gentum, kvinnum og øllum, ið kunnu gerast upp á vegin, síggja vit alt ov ofta, at lógir og sáttmálar hesum viðvíkjandi ikki verða vird. Í Føroyum er rætturin hjá teimum, sum eru upp á vegin, at taka avgerð um egnan kropp og nøring ógvuliga skerdur.
“Eg hevði næstan somu kenslu, sum tá ein missur ein kæran og ikki skilur, hví verðin ikki steðgar upp. Ikki tí at eg akkurát hevði tikið eina abort, men tí at ein lækni og ein lóg í Føroyum høvdu tikið eina avgerð um mín kropp, lív og framtíð. Tað, sum ger meg mest syrgna, er, at tað elvdi til so stóra skomm, sum eg helt meg vera ov frígjørda at føla. Men tilgongdin í føroysku heilsuskipanini lítilsvirdi og skammaði meg.”
– ANNA
*Anna er ikki rætta navnið á kvinnuni.
*Onkuntíð siga vit “kvinnur” og onkuntíð “gentur, kvinnur og øll, sum kunnu gerast upp á vegin”. Sjónarmiðið hjá Amnesty fevnir um øll, sum kunnu gerast upp á vegin.
OKKARA KRAV
Vit krevja, at Bjarni Kárason Petersen, sum er landsstýrismaður í lógarmálum og varðar av føroysku abortlógini, tekur stig til at dagføra verandi lóg, so gentur og kvinnur fáa møguleika at velja abort.
HVÍ SKRIVA UNDIR?
Skriva undir og ver við at leggja trýst á Bjarna Kárason Petsersen, landsstýrismann í lógarmálum, so gentur og kvinnur í Føroyum fáa tann grundleggjandi rættin at taka avgerð um egnan kropp, heilsu og nøring.
HVAT VERÐUR AV UNDIRSKRIFTINI?
Allar undirskriftirnar verða handaðar Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum, sum varðar av abortlóggávuni.
Í Amnesty International halda vit, at fólk sjálvi skulu taka avgerðir um egnan kropp, lív, seksualitet og nøring. Eisini halda vit, at fólk, sum eru upp á vegin, eru tey, ið best eru før fyri at taka avgerðir um egna viðgongu. Ein dagførd føroysk lóggáva má tryggja, at kvinnur kunnu fáa abort undir tryggum umstøðum við virðing fyri sínum ynski, tørvi og rætti.
STRANGAR ABORTLÓGIR
Sambært Heimsheilsustovninum hjá ST, WHO, hevur strong abortlóggáva ikki við sær, at færri abortir verða framdar, men at abortirnar verða ótryggar. Søgan sigur okkum, at abortir altíð hava verið og altíð fara at vera. Stranga abortlóggávan í Føroyum ger, at kvinnur í Føroyum verða noyddar at finna aðrar loysnir, t.d. at leita sær av landinum sum Anna.
Ein avleiðing av føroysku abortlóggávuni er tí, at kvinnur í Føroyum ikki hava javnbjóðis møguleikar at fáa abort. Summar kunnu leita sær av landinum, men hetta er ikki ein fíggjarligur møguleiki hjá øllum.
ALTJÓÐA DAGUR FYRI TRYGGA ABORT
Dagurin verður hildin tann 28. septembur á hvørjum ári. Síðan 1990 hevur dagurin verið hildin í Latínamerika og Karibisku oyggjunum fyri at krevja, at abort verður avkriminaliserað, og fyri at basa stigmatisering og mismuni móti teimum, sum vilja hava ella hava fingið abort.
SEKSUAL- OG NØRINGARRÆTTINDI HJÁ GENTUM OG KVINNUM
Seksual- og nøringarrættindi hjá gentum og kvinnum eru eitt nú staðfest í kvinnusáttmálanum hjá ST. Her verður staðfest, at tað skal vera valið hjá gentum og kvinnum um og nær tær vilja hava børn, hvussu nógv og við hvørjum.
ABORT OG MANNARÆTTINDI
Mannarættindini galda fyri okkum øll, og tey ymsu rættindini hanga tætt saman. Rætturin at taka avgerðir um egna heilsu, nøring, framtíð og rætturin til javnrætt, til ikki at vera fyri mismuni og til virðing fyri og verju av privatlívinum er staðfestur í altjóða mannarættindasáttmálum. Hava kvinnur ikki møguleikan at velja abort, verða nøkur av grundleggjandi mannarættindinum ikki vird.
SKRIVA UNDIR HER
Undirskriftainnsavnanin er nú endað. Vit handa løgmanni undirskriftirnar 8. mars.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.
Les meir
Aimi Helbo
“Eg var kedd, men eg angri einki”
Aimi Helbo tók øll av bóli, tá hon, sum valevni til løgtingsvalið í fjør, segði á almennum veljarafundi, at hon hevði tikið abort. Hendingaferð hava kvinnur sagt alment, at tær hava tikið abort, og ongantíð áður hevði politikari ella valevni gjørt tað.
Maria Guldbrandsø Tórgarð
“Eg hevði kensluna av, at tey drógu tíðina út, so eg ikki kundi fáa abortina, eg ynskti.”
Maria Guldbrandsø Tórgarð er ein av fáu kvinnunum í Føroyum, ið hevur sagt okkum søguna, tá ið hon óætlað gjørdist upp á vegin, og varð noydd at stríðast við føroyska heilsuverkið fyri at fáa abortina, hon ynskti.
Diana Reynstind
“Eg hevði ynskt, at stóra avgerðin ikki lá í mínum hondum.”
Diana Reynstind er burðarfrøðingur og serlækni í kvinnusjúkum á Landssjúkrahúsinum, og er tí ein av læknunum, sum skal játta ella nokta kvinnum abort, tá ið tær hava ynski um tað. Dianu dámar illa hesa støðuna og hevur hon eitt vald, hon ikki ynskir at hava.