SKRIVA EITT BRÆV – BROYT EITT LÍV
SKRIVA FYRI LÍVI 2023
Nú fara vit aftur at ‘skriva fyri lívi’. Hvørt ár í desembur mánaði skriva fleiri milliónir menniskju kring allan heimin brøv – brøv, sum bjarga lívum og birta vón . Amnesty International byrjaði sum rørsla, tá ið fólk kring heimin skrivaðu til portugisisku stjórnina um at leyslata tveir samvitskufangar. Hetta var 62 ár síðan, og vit skriva enn. Fyri 21 árum síðani savnaðust nakrir aktivistar í Pólandi, tí tey høvdu funnið upp á eitt tiltak. Tey skuldu skriva brøv í 24 tímar – tey kallaðu tað eitt skrivimarathon. Tiltakið varð so væleydnað, at árini eftir vórðu fleiri og fleiri lond, sum skipaðu fyri tílíkum tiltøkum. Hetta varð byrjanin til Skriva fyri lív, sum nú er vorðið størsta mannarættindatiltakið í heiminum .
Hvør ár verða nøkur átrokandi mál vald út. Tað kann vera einstaklingar ella bólkar, sum av ymsum orsøkum hava tørv á, at fólk í túsundatali skriva fyri sær. Í ár hava vit fýra mál, vit í Føroyum skriva fyri.
Eftir so mong ár kunnu vit staðfesta, at tað riggar at skriva brøv. Í 1 út av 3 málum, vit skriva fyri, síggja vit ítøkiligar broytingar. Øll hesi árini hava fólk tískil tí verið við til at broyta lívini hjá fleiri hundrað fólkum, sum vit hava skrivað fyri: Fólk eru sloppin undan píning, ágangi og órættvísari fongsulsrevsing. Tá fleiri milliónir menniskju kring allan heim leggja trýst á lond og stjórnir, síggja vit úrslit.
Í ÁR SKRIVA VIT FYRI
Málini, vit skriva fyri í ár, eru hesi:
Í áratúsund hava forfedrarnir hjá Pabai og Paul búðleikast á oyggjunum í Torressundinum, sum er norðast í Australia. Nú er lívsgrundarlagið hjá teimum í vanda orsaka av veðurlagsbroytingum. Verður ikki búgvandi á oyggjunum, verða Pabai og Paul noyddir at slíka tilknýtið við oynna og mentanararvin, sum er varðveittir í áratúsund. Pabai og Paul stríðast nú fyri at bjarga oyggjasamfelagnum. Avstralia skal seta munagóða veðurlagsátøk í verk og harvið tryggja rættindini hjá upprunafólki.
Síðan Kais Said, forseti, tók valdið í Tunesia, er mannarættindastøðan versnað, dómstólarnir eru ikki óheftir, og frásøgufræsli er undir álopi. Ein og hvør, sum finst at forsetanum, er í vanda fyri at verða handtikin og varðhaldsfongslað/ur. Men Chaima Issa er ein kvinna, ið ikki tegir. Eftir at hon alment fanst at forsetanum, varð Chaima handtikin og varðhaldsfongslað í meira enn fýra mánaðir. Hon kann vanta fleiri ár í fongsli fyri hennara friðarligu politisku aktivismu. Øll hava rætt at siga sína hugsan, og eisini at finnast av landsins leiðslu.
Rocky Myers hevur menningartarn. Í trý áratíggju hevur hann sitið í fongsli, har hann situr deyðadóm fyri morð. Rocky hevur ikki fingið nøktandi løgfrøðisliga hjálp, hann varð dømdur út frá ósamanhangandi vitnisfrágreiðum og eisini hevur verið fráboðað um trýst frá løgregluni. Rocky er harafturat dømdur til deyða av einum dómara, sum gjørdi ímóti ynskjunum hjá nevningunum. At verjin hjá Rocky slepti málinum, førdi harafturat við sær, at Rocky misti freistina at kæra dómin. Deyðarevsing skal ongantíð loyvast, og slík órættvís rættargongd má kolldømast.
Justyna Wydrzyńska, sum í novembur 2021 varð ákærd fyri at hjálpa eini kvinnu við at taka eina abort. Í Pólandi er einans loyvt at taka abort, um viðgongan kemst av neyðtøku ella blóðskemd ella um lív ella heilsa hjá kvinnuni er í vand. Justyna var í vár varð hon funnin sek og dømd átta mánaða samfelagstænastu. Vit óttast, at hesin dómurin setur eitt fordømi, og at tað nú gerst enn truplari hjá kvinnum í Pólandi at leita sær álítandi kunning og vegleiðing umframt at kunna fáa eina abort. Øll hava rætt til álítandi kunning um reproduktiv rættindini og at kunna taka eina abort, um ynski er um tað.
YMISK MANNARÆTTINDABROT
Til hvørt mál, hava vit leinkjað til filmsbrot ella tilfar um hetta ávísa mannarættindabrotið. Eisini ber til at taka talgilt skeið í ongrum av evnunum, sum Skriva fyri lívi í ár snúgva seg um.
SKRIVA FYRI LÍVI Í UNDIRVÍSINGINI
At brúka Skriva fyri lívi í undivísingini er ein góður máti at læra næmingarnar um mannarættindi, mannarættindabrot og hvussu vit sum einstaklingar kunnu gera okkara fyri at hjálpa. Á Skriva fyri lív-síðuni, fæst meira tilfari um at brúka Skriva fyri lívi í undirvísingini.