Nevndin hevur skipað seg 

Nevndin hevur skipað seg   27. apríl var ársaðalfundur hjá Amnesty International Føroyum.Nevndarval var tí eisini á skránni, og áhugin var stórur at koma í nevndina.  Bergtóra Patursson er nýggj forkvinna, og umframt hana eru hesi í nevndini: Regin Berg, Milia Egilstrø, Michael Anthony Charles Johannesen, Shakeel Jamil, Elin Sólvør á Løgmansbø, Anna Joensen-Næs, Ragna…

Ein millión undirskriftir sendar FIFA

BRÆV VIÐ EINARI MILLIÓN UNDIRSKRIFTUM SENT FIFA: KREVJA RÆTTVÍSI FYRI MISBRÚKTAR HM-ARBEIÐARAR   FIFA hevur fingið eitt bræv við einari millión undirskriftum, har ið kravt verður, at FIFA veitir gestaarbeiðarunum, sum vóru fyri ræðuligum mannarættindabrotum, í sambandi við at HM í fótbólti í 2022 varð fyrireikað í Katar, endurgjald. Avaaz og Amnesty International savnaðu undirskriftirnar…

Altjóða ársfrágreingin 2022

Altjóða ársfrágreingin fyri 2022   Á hvørjum ári gevur Amnesty International frágreiðing út, har víst verður á mannarættindastøðuna í farna ári. Í ársins frágreiðing er m.a. at lesa:   Ársfrágreiðingin hjá Amnesty International fyri 2022 varpar ljós á dupultstandardar kring heimin, tá ið ræður um mannarættindi, og at altjóðasamfelagið ikki hevur megnað at staðið saman…

Fleiri neyðtøkur meldaðar

FLEIRI NEYÐTØKUR MELDAÐAR TIL LØGREGLUNA 1. juni kom nýggja ásetingin í neyðtøkulógini, sum staðfestur, at sex uttan samtykki er neyðtøka, í gildi. Tøl frá løgregluni vísa, at tað vórðu fleiri neyðtøkur meldaðar í 2022 enn undanfarin ár. Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, sigur í samrøðu við Kringvarpið, at hon metur orsøkina vera, at fleiri neyðtøkur vórðu…

Neyðtøkutilbúgving í eitt ár

NEYÐTØKUTILBÚGVINGIN VERIÐ VIRKIN Í EITT ÁR 1. mars í 2022 lat nýggj neyðtøkutilbúgving upp á Landssjúkrahúsinum, og síðan hevur ikki verið neyðugt at melda neyðtøku til løgregluna fyri at fáa kanning. Eftir, at tilbúgvingin hevði verið virkin í eitt ár, var innslag í Degi og viku við Dianu Reynstind, serlækna í kvinnusjúkum, og Jórunn Højgaard,…

Altjóða kvinnudagur – kvinnur skulu ráða yvir egnum kroppi og nøring

ALTJÓÐA KVINNUDAGUR 2023 – KVINNUR SKULU RÁÐA YVIR EGNUM KROPPI OG NØRING   Í dag, á altjóða kvinnudegnum, hava vit handað løgmanni, Aksel V. Johannesen, undirskriftir stílaðar Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum, sum varar av abortlógini, men er í barnsburðarfarloyvi í løtuni. Í Amnesty International Føroyum halda vit, at vit hava tørv á dagførdari…

Áheitan til Djóna Nolsøe Joensen

VIKA SEX 2023 So eru vit aftur í viku sex – vikan, seksualundirvísing er í miðdeplinum. Vit, sum vóru í samtykkisbólkinum – tað er Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Sig Frá og Amnesty Føroyar – hava í fleiri ár skipað fyri sekusalundirvísing í viku sex. Á ymiskan hátt hava vit givið fólkaskúlanæmingum eitt eyka íkast til seksualupplýsing,…

Altjóða Holocaustdagur

27. januar var almennur minningardagur um Holocaust og onnur fólkadráp. Hvørt ár skipa Nám og Amnesty fyri minningarhaldi á degnum fyri hádeild, eftirskúlum, miðnáms- og yrkisskúlum. Í ár mintust vit í fólkadrápið Holodomor. Holodomor merkir hungursdráp, og fór fram í núverandi Ukraina í 1932-1933, tá Stalin tømdi korngoymslurnar í landinum. Hetta elvdi til hungursneyð og…