Eitt ár eftir 7. oktobur er tørvurin á vápnahvíld og leyslating av gíslum meiri átrokandi enn áður

Ísrael/hersetta palestinska økið: Eitt ár eftir 7. oktobur er tørvurin á vápnahvíld og leyslating av gíslum meiri átrokandi enn áður   Í dag, 7. oktobur 2024, er eitt ár síðan ræðuligu álopini hjá Hamas og øðrum vápnaðum palestinskum bólkum á Ísrael, tá um 1200 fólk vórðu dripin og 250 tikin sum gíslar. Eisini er eitt…

ST: Ísrael skal enda ólógligu hersetingina av palestinska økinum

ST: Ísrael skal enda ólógligu hersetingina av palestinska økinum Í gjár atkvøddi ST-aðalfundurin um samtykt, sum krevur, at Ísrael fær ein enda á hersetingini av palestinska økinum innan 12 mánaðir. 124 lond atkvøddu fyri, 43 lond atkvøddu blankt og 14 atkvøddu ímóti. Ísrael og USA vóru millum londini, sum atkvøddu ímóti, og Danmark, Svøríki og…

Nýggj kanning: ísraelski herurin skal kannast fyri krígsbrotsverk

Nýggj frágreiðing: ísraelski herurin skal kannast fyri krígsbrotsverk Ísraelski herurin hevur víðkað um økið við eystara mark í Gasageiranum. Við bulldosarum og spreingievni hevur ísraelski herurin ólógliga og óneyðugt oyðilagt landbúnaðarjørð, heim, skúlar og moskur. Hetta skal kannast sum krígsbrotsverk av ólógligari og óneyðugari oyðilegging umframt kollektivari revsing, sigur Amnesty International í nýggjari frágreiðing. Kanningardeildin…

Sleppið palestinskum skurðlækna leysum

Tann 24. mars handtók ísraelska løgreglan Khaled Al Serr, meðan hann var til arbeiðis sum skurðlækni á Nasser-sjúkrahúsinum har suðuri í Gazageiranum. Familjan veit framvegis einki, hvar ið Khaled er, hvussu honum veit við, og hví hann varð handtikin. Ísraelskir myndugleikar eiga beinanvegin at sleppa Khaled og øðrum palestinskum heilsustarvsfólkum, sum eru horvin við tvingsli,…

13 hjálpar- og mannarættindafelagsskapir: heimssamfelagið má leggja størri trýst á fyri at verja fólkið í Rafah og fáa vápnahvíld í lag, áðrenn ov seint er

Mynd: AFP via Getty Images   13 HJÁLPAR- OG MANNARÆTTINDAFELAGSSKAPIR: HEIMSSAMFELAGIÐ MÁ LEGGJA STØRRI TRÝST Á, ÁÐRENN OV SEINT ER Ísraelska stjórnin hevur boðað frá ætlanum um hernaðarlig tiltøk í Rafah, hóast Trygdarráð Sameinu Tjóða fyri tveimum vikum síðani tók undir við samtykt, sum alt fyri eitt kravdi vápnahvíld í Gasageiranum, meðan Ramadan er. Harumframt…

ST-samtykt skal slóða fyri varandi vápnahvíld

ST-samtykt skal slóða fyri varandi vápnahvíld   Í gjár tók Trygdarráð Sameindu Tjóða undir eini samtykt um vápnahvíld, “sum varir allan mánaðin Ramadan er, og skal føra til eina varandi og haldgóða vápnahvíld”. Harumframt stendur í samtyktini, at gíslar skulu beinanvegin og treytaleyst leyslatast, og at humaniter hjálp skal loyvast inn í Gasageiran. Agnès Callamard,…

Ísrael/hersettu palestinsku økini: Ísrael má fáa enda á hersetingini av Palestina

©MOHAMMED ABED/AFP via Getty Images 19. februar 2024 Ísrael/hersettu palestinsku økini: Ísrael má fáa enda á hersetingini av Palestina fyri at gevast við at styðja upp undir apartheid og skipað mannarættindabrot. Ísrael má enda ta harðrendu hersetingina av Gasa og Vestara áarbakka, eisini Eysturjerusalem, sum landið hevur hildið uppi síðan 1967, sigur Amnesty International, nú…

Altjóða rættvísi, fólkadráp og krígsbrotsverk – hvat merkir tað?

ALTJÓÐA RÆTTVÍSI Altjóða rættvísi merkir at tryggja, at sek verða drigin til svars fyri nakrar av teimum álvarsligastu brotsgerðunum: fólkamorð, brotsverk ímóti mannaættini, krígsbrotsverk, píning og tvingsilshvørving. Orsakirnar til, at rættvísi verður sýtt teimum, sum eru fyri hesum brotsgerðunum, kunnu vera nógvar. Eitt nú vantandi politiskur vilji til at skipa fyri tí neyðuga kanningararbeiðinum og…

Ísrael/hersettu palestinsku økini: prógv um ólóglig álop á Rafah

13. februar 2024   Ísrael/hersettu palestinsku økini: prógv um ólóglig álop á Rafah   Nýggj kanning hjá Amnesty International vísur, at ólóglig álop á Rafah hava týnt heilar familjur. Í minsta lagi 95 sivilir palestinar, av teimum 42 børn, vórðu dripin í fýra ísraelskum álopum á Rafah, sum Amnesty International hevur eftirkannað. Í álopunum varð ikki…

Ísrael og hersettu palestinsku økini: avtala um at leyslata gíslar og fangar skal slóða fyri fleiri leyslatingum og varandi vápnahvíld

Ísrael og hersettu palestinsku økini: avtala um at leyslata gíslar og fangar skal slóða fyri fleiri leyslatingum og varandi vápnahvíld   Ísrael og Hamas hava gjørt avtalu um at 50 gíslar – flestu ísraelskar kvinnur og børn – verða leyslatnir í býti við 150 palestinskar fangar – fleiri av teimum børn – og ein humaniteran støðg…