FÓLK, SUM SØKJA FRIÐSKJÓL, FRYSTA Á GRISKU OYGGJUNUM

FÓLK, SUM SØKJA FRIÐSKJÓL, FRYSTA Á GRISKU OYGGJUNUM

Skriva undir og krev, at ES tekur ábyrgd fyri teimum menniskjum, sum eru strandað í vetrarkuldanum á grisku oyggjunum. Túsundatals lív eru í vanda! Evropa kann ikki lata hesi menniskju frysta til deyðis. Onkur má gera okkurt nú! STØÐAN: Suðurevropa er rakt av eini ógvusligari kuldabylgju, og ein avleiðing av avtaluni um flóttafólk millum ES…

UNGUR MALAISIARI BÍÐAR EFTIR AT VERÐA AVRÆTTAÐUR

UNGUR MALAISIARI BÍÐAR EFTIR AT VERÐA AVRÆTTAÐUR

MYNDUGLEIKARNIR Í SINGAPORE GERA KLÁRT TIL AT AVRÆTTA MALAISISKA PRABAGARAN SRIVIJAYAN, SUM ER DØMDUR TIL DEYÐA FYRI AT HAVA SMUGLAÐ 22,24 GRAMM AV HEROINI. 29 ÁRA GAMLI SRIVIJAYAN LEGGUR DÝRAN VIÐ, AT HANN ER ÓSEKUR. Í apríl 2012 lænti hann ein bil, tí hann hevði eitt ørindi inni í Singapore. Politiið steðgaði honum og fann…

TÍGGJU ÁRA FONGSUL FYRI AT SENDA SKEMT VÍÐARI

TÍGGJU ÁRA FONGSUL FYRI AT SENDA SKEMT VÍÐARI

Tað byrjaði sum skemt, men endaði við tíggju ára fongsli. Fomusoh Ivo Feh sendi einum vinmanni eini speisk sms-boð um Boko Haram, og síðan fór tann høpisleysa sakin fullkomiliga av sporinum. Ivo og vinmenninir vórðu handtiknir, settir fyri ein hernaðardómstól og dømdir fyri virksemi, sum hevur samband við yvirgang. Teir skulu nú í fongsul í…

2016 – IKKI SO GALIÐ SUM TÚ KANSKA HELT

2016 – IKKI SO GALIÐ SUM TÚ KANSKA HELT

Nógv tykjast hava kolldømt 2016 sum eitt ræðuligt ár. Men var tað nú so galið? Tykkum fyri at takka hava vit funnið 33 grundir at fegnast um 2016. Tað svitast ikki, at vit sóu nógv afturstig í 2016, men tykkum fyri at takka hava vit eisini funnið nógv at fegnast um. Í ár hjálptu tit…

TRYGGAR LEIÐIR TIL BORGARAR Í ALEPPO

TRYGGAR LEIÐIR TIL BORGARAR Í ALEPPO

Hvørt sekund telur, og í Aleppo verða fólk júst nú bumbað og myrd á gøtuni. Túsundtals ósek fólk er í vanda fyri at verða tikin til fanga, pínd ella avrættað, og tey hava átrokandi tørv á tryggum leiðum út úr býnum. Støðan í Aleppo er meira sárbær enn nakrantíð. Beint nú leggja fólk úr Aleppo…

AVDÚKING: BARNAARBEIÐI AFTAN FYRI VØRUR SUM SJOKOLÁTU OG SJAMPO

AVDÚKING: BARNAARBEIÐI AFTAN FYRI VØRUR SUM SJOKOLÁTU OG SJAMPO

Barnaarbeiði, tvingsilsarbeiði, lívshættisligar arbeiðsumstøður og mismunur ímóti kvinnum. Frágreiðingin hjá Amnesty um pálmaídnaðin vísir, at vørur hjá nøkrum av heimsins størstu vørumerkjum, eitt nú Unilever, Nestlé, Procter & Gamble, Colgate-Palmolive og Kellog’s, verða virkaðar undir út av lagi vánaligum umstøðum. Pálmáolja verður brúkt í gerandisvørum sum sjampoi og sjokulátu. Pálmaolja er neyvan eitt tilfar, sum…

FONGSLAÐUR FYRI AT TAKA MYNDIR

FONGSLAÐUR FYRI AT TAKA MYNDIR

”Tað var sum í einum Hollywood-filmi”, greiðir Shawkan frá. Tað var bara tað, at kúlurnar vóru veruligar. Táragassið var veruligt. Stríðsvognarnir, sum rullaðu fram ímóti mótmælisfólkunum um alt Egyptaland, vóru veruligir. Og tey túsund fólkini, sum vórðu dripin, vóru alt ov verulig. Mahmoud Abu Zeid, betur kendur sum Shawkan, gjørdi bara sítt arbeiði. Hann er myndajournalistur…

SLEPP QIN CHAO LEYSARI

SLEPP QIN CHAO LEYSARI

Saman við øðrum sokallaðum borgarajournalistum hevði Qin Chao ætlanir um at skriva um G20-toppfundin í Hangzhou í septembur í ár. Men longu tann 30. august varð Qin afturhildin av politinum. Tann almenna frágreiðingin var, at hon ”eggjaði til klandur og voldi trupulleikar”. Hon situr enn í fongsli uttan rætt til sakførara og í vanda fyri…

FLÓTTAFÓLK ILLA VIÐFARIN OG PÍND Í ITALIA

FLÓTTAFÓLK ILLA VIÐFARIN OG PÍND Í ITALIA

Undir ES-trýsti hevur Italia sett í verk nýggjar mannagongdir fyri at fáa flóttafólk at lata síni fingramerkir. Men kanningar hjá Amnesty vísa, at tær nýggju mannagongdirnar eru á markinum og í summum førum fara langt út um mark. Vit hava hitt meira enn 170 flóttafólk og migrantar á máli, og tey siga frá ógvisligum søgum…

VAKTIR NEYÐTAKA KVINNUFANGAR

VAKTIR NEYÐTAKA KVINNUFANGAR

Tær verða neyðtiknar og bukaðar og svølta og tysta. Kvinnufangar í fongslum í Somalilandi eru fyri kynsligum valdsgerðum og aðrari píning og hava ongan møguleika at klaga. Royna tær at klaga hjá fongsulsstjórnini, verða tær ofta revsaðar við meira harðskapi. Kvinnufangar í Gabiley-fongslinum í Somalilandi siga frá, hvussu vaktir á kvøldvaktini píndu tær. Kvinnurnar siga…