Iran: Steðga avrættingini av Sharifeh Mohammadi

DAGFØRING 22. NOVEMBER 2024 Sakførarin hjá Sharifeh Mohammadis hevur upplýst, at iranski hægstirættur hevur ógildað deyðadómin og sent dómin til viðgerðar á einum lægri rættarstigi. Vit fylgja gongdini. Deyðadómurin er nú ógildaður, men vit steðga ikki fyrr enn allar ákærur eru sleptar og Sharifeh er leys. 649 undirskriftir fyri Sharifeh eru savnaðar úr føroyum. 1000…

Sleppið palestinskum skurðlækna leysum

Tann 24. mars handtók ísraelska løgreglan Khaled Al Serr, meðan hann var til arbeiðis sum skurðlækni á Nasser-sjúkrahúsinum har suðuri í Gazageiranum. Familjan veit framvegis einki, hvar ið Khaled er, hvussu honum veit við, og hví hann varð handtikin. Ísraelskir myndugleikar eiga beinanvegin at sleppa Khaled og øðrum palestinskum heilsustarvsfólkum, sum eru horvin við tvingsli,…

Steðgið avrættingini av ungum rappara

Dagføring: í juni var deyðadómurin ógildaður og í novembur varð Toomaj leyslatin. Stóra takk, tit øll, sum hava skrivað fyri Toomaj. 33 ára gamli Toomaj Salehi varð í apríl dømdur til deyða eftir ógvuliga órættvísan rættargang. Brotsgerðin hjá tí iranska rapparanum var, at hann hevði tikið lut í mótmælistiltøkum hjá rørsluni Kvinna-Lív-Frælsi og í tónleikavideoum…

Saudiarabisk kvinnurættindastríðskvinna dømd 11 ára fongsul

29 ára gamla kvinnurættindastríðskvinnan og fitnessleiðbeinarin Manahel al-Otaibi er í loyndum dømd 11 ára fongsul. Brotsverkið? At hon hevur tweetað um kvinnurættindi og sent myndir á Snapchat av sær sjálvari í eini sølumiðstøð, har ið hon ikki er í tí siðbundna kvinnubúnanum. Manahel skal leyslatast alt fyri eitt og treytaleyst! Hon hevur verið fongslað síðan…

Dømdur til deyða hóast órættvísa rættargongd

 ROCKY ER AV ÓRÆTTI DØMDUR TIL DEYÐA  Dagføring: í februar 2025 varð Rocky leyslatin. Takk fyri, at tit skrivaðu undir. Í trý áratíggju hevur Rocky Myers verið fongslaður. Hóast órættvíst rættarmál, varð Rocky dømdur til deyða. Vitnisfrágreiðingarnar vóru ósamanhangandi, løgfrøðisliga hjálpin var ikki nøktandi og so hava vitni eisini boðað frá, at løgreglan legði trýst…

Avstralia skal seta munandi veðurlagstiltøk í verk

“MISSA VIT OYGGJARNAR, MISSA VIT ALT” Í EINUM OYGGJASAMFELAGI Í TORRESSUNDINUM, SUM ER NORÐAST Í AVSTRALIA, HAVA FORFEDRARNAR HJÁ PABAI OG PAUL BÚÐLEIKAST Í ÁRATÚSUND. MEN VIÐ VEÐURLAGSBROYTINGUNUM ER TEIRRA LÍVSGRUNDARLAG – SUM HJÁ NÓGVUM UPPRUNAFÓLKI ER TÆTT KNÝTT AT LANDI, SJÓGVI OG HIMMALI – NÚ Í VANDA. VERÐUR EINKI SETT Í VERK FYRI AT…

Krev vápnahvíld millum allar partar, so at líðingin hjá tí vanliga fólkinum heldur uppat

AT STRÍÐIÐ MILLUM ÍSRAEL OG HAMAS OG AÐRAR VÁPNAÐAR BÓLKAR ER HARÐNAÐ SUM ONGANTÍÐ ÁÐUR, HEVUR HAVT VANLUKKULIGAR AVLEIÐINGAR FYRI TAÐ VANLIGA FÓLKIÐ. TALIÐ Á SÆRDUM HEVUR EINKI FORDØMI. ÓTELJANDI LÍV ERU SORAÐ, SUNDURSKRÆDD OG REND UM KOLL. HVØNN  DAG FARA LÍV FYRI SKEYTIÐ, OG TANN MENNISKJALIGA VANLUKKAN Í GAZAGEIRANUM VERSNAR. SKRIVA UNDIR ÁHEITANINA UM…