Heidar hevur rætt til at liva

Heidar kann verða avrættaður hvørja løtu, tí at hann, hóast hann var ósekur, játtaði seg sekan undir píning. Steðgið avrættingini! Skriva undir átakið beinanvegin! Amnesty International hevur hetta seinasta árið skrásett ein ørkymlandi vøkstur í brúkinum av deyðarevsing móti mótmælisfólki, uppreistrarfólki og minnilutabólkum í Iran.   Var ongantíð vápnaður Ein, sum herfyri er dømdur til…

SVØRÍKI: SKRIVA UNDIR FYRI NÝGGJARI LÓG UM LØGFRØÐILIGT KYNSKIFTI

Amnesty stríðist saman við RFSL (svenska felagsskapinum fyri rættindum hjá samkyndum, tvíkyndum, tvørkyndum, queer-fólki og millumkyndum) fyri at fáa eina rættvísa lóg um løgfrøðiligt kynskifti í Svøríki. At liva sín kynsamleika út er ein grundleggjandi mannarættur. Men í Svøríki er tað ikki tú sjálvur, men staturin, sum ger av, hvat ið títt løgfrøðiliga kyn er.…

ES skal gevast at selja Myanmar vápn

Fyri hálvum ári síðan var hernaðarkvett í Myanmar. Um 877 fólk, teirra millum 72 børn, lógu eftirá. Øll, sum ditta sær at siga herinum ímóti, verða handtikin. Skriva undir átakið nú, og latið okkum saman krevja, at ES gevst at selja herinum í Myanmar vápn. Kvinnan á myndini syrgir eina muslimska kvinnu, Daw Dasi, sum…

SKRIVA UNDIR: Sleppið Ciham Ali leysari

15 ára gomul varð Ciham Ali í 2012 afturhildin av eritreisku myndugleikunum, í sambandi við at hon  royndi at flýggja av landinum. Síðan tá veit eingin frá henni at siga. Hjálp okkum at finna Ciham og fáa hana leyslatna beinanvegin. Tann 8. desembur 2012 vórðu Ciham Ali Ahmed og pápabeiggin handtikin, í sambandi við at…

Danmark: Tað er ov vandamikið at senda flóttafólk til Sýria

Danskir myndugleikar taka uppihaldsloyvið frá sýriskum flóttafólkum, hóast kanningar hjá Amnesty vísa, at tað kann vera sera vandamikið at venda aftur. Skriva undir hetta altjóða átakið hjá okkum og krev, at Danmark heldur fram at verja sýrarnar í Danmark.   Danskir myndugleikar hava longu tikið aftur ella ikki endurnýggjað uppihaldsloyvið hjá 380 sýriskum flóttafólkum. Grundgevingin…

SKRIVA UNDIR – Dominikalýðveldið: Sleppið fullkomnum fosturtøkubanni

Í Dominikalýðveldinum er fosturtøka fullkomiliga bannað. Nú umrøður kongresssin í landinum, um fosturtøka skal avkriminaliserast í trimum førum – og vit hava ein søguligan møguleika at ávirka úrslitið! Limirnir í kongressini umrøða í løtuni, um fosturtøka skal avkriminaliserast í trimum førum: Tá ið viðgongan setur kvinnuna í lívsvanda Tá ið fostrið er í lívsvanda Tá…

ÁHEITAN Á FIFA: BLÁSIÐ Í FLOYTUNA ÍMÓTI ÓVIRÐILIGUM ARBEIÐSKORUM HJÁ GESTAARBEIÐARUM Í KATAR

Gestaarbeiðarar eru púra avgerandi fyri, at tað yvirhøvur ber til hjá Katar at gera dreymin um at standa fyri heimsmeistaraskapinum í fótbólti í 2022 til veruleika. Men nú ið tíggju ár eru liðin, síðan FIFA læt Katar fáa vertsleiklutin, noyða samvitskuleysir arbeiðsgevarar við sama lag gestaarbeiðarar í túsundatali at arbeiða undir óvirðiligum korum. Menn og…