Steðgið álopunum á sivil í Ukraina

Russisku álopini á barnagarðar og skúlar og nýtslan av ólógligum vápnum sum tyssisbumbum hava myrt og sært hópin av fólki í Ukraina, teirra millum børn. Latið okkum vísa Putin, at heimurin stendur saman ímóti álopunum. Skriva undir átakið beinanvegin. Klokkan fimm hósmorgunin 24. februar vaknaðu ukrainarar til tíðindini um, at Russland hevði gjørt innrás í…

14 ára gamla Karen doyði eftir neyðtøku

14 ára gamla Karen varð sum skilst neyðtikin í skúlanum. Hon doyði seinni av avleiddari sjúku. Eingin er nakrantíð drigin til svars fyri morðið. Krev rættvísi fyri Karen og tey avvarðandi.   Tann 22. juni 2021 andaðist Karen-Happuch Aondodoo Akpagher í heiminum í Nigeria av avleiddari sjúku eftir eina neyðtøku. Neyðtøkan fór sum skilst fram…

TAKIÐ APARTHEID BURTUR – IKKI PALESTINSK HEIM

Undirskriftainnsavnanin er liðug. Undirskriftirnar vórðu sendar Benjamin Netanyahu 21. mars 2023. Palestinar í milliónatali liva undir ísraelsku apartheidskipanini og eru fyri mismuni og undir ísraelskum ræði og eftirliti. Ísrael ger seg dagliga inn á palestinsk rættindir, millum annað við at sýta palestinum eitt heim. Skriva undir átakið og krev, at Ísrael gevst at reka palestinar…

Mamma fongslað og dømd 80 koyrilsbrestir

Narges er mamma at tveimum børnum. Hon er dømd hálvt triðja ára fongsul og 80 koyrilsbrestir, tí at hon klagaði um píning. Hetta hendi, meðan hon var fongslað, hóast hon onga brotsgerð hevði framt. Skriva undir og krev, at iranskir myndugleikar sleppa henni leysari beinanvegin. Tann 16. novembur 2021 vóru mannarættindastríðskvinnan Narges Mohammadi og maðurin…

Baksíðan á OL-heiðursmerkinum

Meðan heimurin bíðar spentur eftir OL í Beijing, stúrir ein dóttir fyri, at tann fongslaði pápin ikki fer at koma undan við lívinum. Hann er ein teirra, sum Kina ikki vil hava teg at vita nakað um.   Lat ikki tann fagra OL-búnan fjala út yvir valdsgerðirnar hjá Kina.   Í februar 2022 fara heimsins…

Egyptaland: Leyslatið kvinnuligar ávirkarar, sum eru fongslaðir fyri ’ósømiligt’ virksemi

Egyptisku Hanin Hosam og Mawada el-Adham eru ávirkarar á sosiala miðlinum TikTok. Tær eru dømdar fleiri ára fongsulsrevsing fyri at eggja ungum kvinnum til at deila sokallað ’ósømiligt’ innihald á sosialum miðlum. Amnesty krevur, at tær verða leyslatnar beinanvegin. Tann 20. juni í ár vórðu ávirkararnir Hanin Hosam og Mawada el-Adham fyri revsidómstólinum í Kairo…

Pólland: Verjið flóttafólk við markið

Flóttafólk í hundraðtali eru strandað við markið millum Pólland og Hvítarussland, eftir at pólskir myndugleikar hava roynt at rikið tey aftur til Hvítarusslands. Tey hava í fleiri vikur verið strandað í ongamannalandi uttan innivist og nóg mikið av mati og drekka. Fleiri hava latið lív. Pólland skal beinanvegin sleppa teimum at biðja um vernd. Evropeiski…

Heidar hevur rætt til at liva

Heidar kann verða avrættaður hvørja løtu, tí at hann, hóast hann var ósekur, játtaði seg sekan undir píning. Steðgið avrættingini! Skriva undir átakið beinanvegin! Amnesty International hevur hetta seinasta árið skrásett ein ørkymlandi vøkstur í brúkinum av deyðarevsing móti mótmælisfólki, uppreistrarfólki og minnilutabólkum í Iran.   Var ongantíð vápnaður Ein, sum herfyri er dømdur til…

SVØRÍKI: SKRIVA UNDIR FYRI NÝGGJARI LÓG UM LØGFRØÐILIGT KYNSKIFTI

Amnesty stríðist saman við RFSL (svenska felagsskapinum fyri rættindum hjá samkyndum, tvíkyndum, tvørkyndum, queer-fólki og millumkyndum) fyri at fáa eina rættvísa lóg um løgfrøðiligt kynskifti í Svøríki. At liva sín kynsamleika út er ein grundleggjandi mannarættur. Men í Svøríki er tað ikki tú sjálvur, men staturin, sum ger av, hvat ið títt løgfrøðiliga kyn er.…