FONGSLAÐUR FYRI AT TAKA MYNDIR

FONGSLAÐUR FYRI AT TAKA MYNDIR

”Tað var sum í einum Hollywood-filmi”, greiðir Shawkan frá. Tað var bara tað, at kúlurnar vóru veruligar. Táragassið var veruligt. Stríðsvognarnir, sum rullaðu fram ímóti mótmælisfólkunum um alt Egyptaland, vóru veruligir. Og tey túsund fólkini, sum vórðu dripin, vóru alt ov verulig. Mahmoud Abu Zeid, betur kendur sum Shawkan, gjørdi bara sítt arbeiði. Hann er myndajournalistur…

SLEPP QIN CHAO LEYSARI

SLEPP QIN CHAO LEYSARI

Saman við øðrum sokallaðum borgarajournalistum hevði Qin Chao ætlanir um at skriva um G20-toppfundin í Hangzhou í septembur í ár. Men longu tann 30. august varð Qin afturhildin av politinum. Tann almenna frágreiðingin var, at hon ”eggjaði til klandur og voldi trupulleikar”. Hon situr enn í fongsli uttan rætt til sakførara og í vanda fyri…

FLÓTTAFÓLK ILLA VIÐFARIN OG PÍND Í ITALIA

FLÓTTAFÓLK ILLA VIÐFARIN OG PÍND Í ITALIA

Undir ES-trýsti hevur Italia sett í verk nýggjar mannagongdir fyri at fáa flóttafólk at lata síni fingramerkir. Men kanningar hjá Amnesty vísa, at tær nýggju mannagongdirnar eru á markinum og í summum førum fara langt út um mark. Vit hava hitt meira enn 170 flóttafólk og migrantar á máli, og tey siga frá ógvisligum søgum…

VAKTIR NEYÐTAKA KVINNUFANGAR

VAKTIR NEYÐTAKA KVINNUFANGAR

Tær verða neyðtiknar og bukaðar og svølta og tysta. Kvinnufangar í fongslum í Somalilandi eru fyri kynsligum valdsgerðum og aðrari píning og hava ongan møguleika at klaga. Royna tær at klaga hjá fongsulsstjórnini, verða tær ofta revsaðar við meira harðskapi. Kvinnufangar í Gabiley-fongslinum í Somalilandi siga frá, hvussu vaktir á kvøldvaktini píndu tær. Kvinnurnar siga…

BURTURFLUTTAR KVINNUR VERÐA SVIKNAR

BURTURFLUTTAR KVINNUR VERÐA SVIKNAR

Yazidikvinnurnar har norðuri í Irak liva hvønn dag í stúran fyri, at IS fer at burturflyta tær. Tær vita, at ein slík burturflyting merkir neyðtøku, píning og trælahald. Tíverri fáa kvinnur, sum hava verið burturfluttar, heldur ikki ta hjálp, teimum tørvar. Tær eru hinvegin í vanda fyri at verða settar í fongsul. Eitt dømi um…

ÁHEITAN Á OBAMA: NÁÐA SNOWDEN BEINANVEGIN

ÁHEITAN Á OBAMA: NÁÐA SNOWDEN BEINANVEGIN

Ein maimorgun í 2013 fór Edward Snowden til Hong Kong við fullari tasku av loyniligum skjølum, sum stavaðu frá hansara arbeiði fyri NSA. Skjølum, sum avdúkaðu, hvussu ómetaliga víðtøkið tað heimsfevnda hópeftirlitið við púra vanligum fólki er. Leikluturin hjá Snowden sum sonevndur ‘whistleblower’, t.e. varskógvari, gjørdi hann til mannarættindahetju. Kortini er hann í vanda fyri…

14 ÁRA GAMAL DRONGUR BURTURFLUTTUR OG PÍNDUR

14 ÁRA GAMAL DRONGUR BURTURFLUTTUR OG PÍNDUR

Tíðliga ein januarmorgun burturflyta egyptisk trygdarlið tann 14 ára gamla Aser Mohamed. Í 34 samdøgur er hann horvin, og familjan leitar vónleys eftir honum. Aser sigur seinni frá, hvussu hann varð píndur, eitt nú við elhvøkki. Hann er nú í vanda fyri at fáa 15 ára fongsulsrevsing, tí hann undir píning hevur játtað seg sekan.…

LESANDI Í VANDA FYRI 14 ÁRA FONGSULSREVSING FYRI AT FINNAST AT UMHVØRVISPOLITIKKI

LESANDI Í VANDA FYRI 14 ÁRA FONGSULSREVSING FYRI AT FINNAST AT UMHVØRVISPOLITIKKI

Í Bangladessj er 22 ára gamli Dilip Roy í vanda fyri 14 ára fongsulsrevsing fyri í tveimum uppsløgum á Facebook at hava funnist at umhvørvispolitikkinum hjá forsætisráðharranum. Roy situr í løtuni á politistøðini í Rajshahi, eftir at dómarin sýtti fyri at sleppa honum leysum móti veðhaldi.  Í tveimum uppsløgum á Facebook fanst Roy at forsætisráðharranum,…

ISLAM KHALIL LEYSLATIN!

ISLAM KHALIL LEYSLATIN!

FYRI TVEIMUM DØGUM SÍÐAN BENDI LÍTIÐ Á, AT TAÐ FÓR AT HENDA. DÓMARIN HEVÐI GIVIÐ BOÐ UM AT SLEPPA KHALIL LEYSUM, MEN POLITIIÐ HELT HONUM AFTUR OG HELT FRAM AT PÍNA HANN. MEN EFTIR 465 DAGAR Í FONGSLI ER HANN NÚ LOKSINS LEYSLATIN. Sambært rættarúrskurði tann 21. august skuldi Khalil latast leysur ímóti 50.000 EGP…

DEYÐ ELLA LIVANDI – FORSETIN Í FILIPSOYGGJUM LOVAR ÓMAKSLØN

DEYÐ ELLA LIVANDI – FORSETIN Í FILIPSOYGGJUM LOVAR ÓMAKSLØN

Sambært fjølmiðlum og politinum á staðnum hava politiið og vanligir borgarar í Filipsoyggjum myrt í minsta lagi 600 fólk, síðan tann nýggi forsetin Duterte tók við valdinum tann 30. juni. Í ríkissjónvarpinum hevur forsetin Duterte sent rúsevnabrotsfólki eina krígsavbjóðing. Hann lovar øllum borgarum ómaksløn, um teir gera sína skyldu og myrða fólk, sum eru undir…