IRAN: 16 ÁRA FONGSUL FYRI AT FARA ÚR HIDJABINI

IRAN: 16 ÁRA FONGSUL FYRI AT FARA ÚR HIDJABINI

EIN UNG IRANSK KVINNA FÓR ÚR HIDJABINI OG BJÓÐAÐI KVINNUM BLÓMUR Á EINI TOKSTØÐ Í TEHERAN. TAÐ KOSTAR HENNI NÚ 16 ÁR Í FONGSLI. HJÁLP OKKUM AT FÁA HANA FRÍKENDA! Altjóða kvinnudagin tann 8. mars fór 24 ára gamla Yasaman Aryani úr hidjabini. Saman við mammuni og eini vinkonu bjóðaði hon kvinnum blómur á tokstøðini…

MAROKKO: Í FONGSUL FYRI ILLGRUNA UM FOSTURTØKU

MAROKKO: Í FONGSUL FYRI ILLGRUNA UM FOSTURTØKU

EIN TÍÐINDAKVINNA Í MAROKKO HEVUR FINGIÐ FONGSULSREVSING FYRI ILLGRUNA UM FOSTURTØKU. SKRIVA UNDIR OG HJÁLP OKKUM AT FÁA HAJAR RAISSOUNI LEYSLATNA. Tann 31. august í ár vórðu tíðindakvinnan Hajar Raissouni og unnustin sædd koma út úr eini læknastovu í Rabat, høvuðsstaðnum í Marokko. Seks sivilklæddir løgreglumenn – ein við myndatóli í hond – steðgaðu Hajar…

PÓLLAND: SLEPPIÐ ØLLUM ÁKÆRUM MÓTI KVINNULIGUM LGBTI-AKTIVISTI

PÓLLAND: SLEPPIÐ ØLLUM ÁKÆRUM MÓTI KVINNULIGUM LGBTI-AKTIVISTI

EIN KENDUR PÓLSKUR LGBTI- OG MANNARÆTTINDAAKTIVISTUR KANN FÁA TVEY ÁRA FONGSULSREVSING. HON ER ÁKÆRD FYRI AT HAVA VANÆRT ÁTRÚNAÐ, TÍ AT HON HEVUR ÁTT TILFAR VIÐ MYNDEVNUM AV MARIU MOY VIÐ ÆLABOGALITTUM LJÓMA UM HØVDIÐ. HJÁLP OKKUM AT FÁA ELŻBIETA PODLEŚNA FRÍKENDA.   Elżbieta Podleśna er ein kend mannarættindastríðskvinna í Póllandi. Hon er virkin oddakvinna…

SLEPPIÐ NEYÐHJÁLPARKTIVISTINUM SCOTT WARREN LEYSUM

Sleppið neyðhjálparktivistinum Scott Warren leysum

36 ÁRA GAMLI SCOTT WARREN KANN FÁA UPP Í 20 ÁRA FONGSUL FYRI AT HAVA HJÁLPT TVEIMUM FLÝGGJANDI FÓLKUM Í ARIZONA-OYÐIMØRKINI. SKRIVA UNDIR OG HJÁLP OKKUM AT FÁA TANN AMERIKANSKA GEOGRAFILÆRARAN LEYSLATNAN OG FRÍKENDAN.   Tann 17. januar 2018 varð amerikanarin Scott Warren handtikin í býnum Ajo í Arizona nærindis meksikanska markinum. Hann er ákærdur…

SUDAN: STEÐGIÐ VALDSGERÐUNUM MÓTI FRIÐARLIGUM MÓTMÆLISFÓLKUM

SUDAN: STEÐGIÐ VALDSGERÐUNUM MÓTI FRIÐARLIGUM MÓTMÆLISFÓLKUM

FRIÐARLIG MÓTMÆLISFÓLK VERÐA ÁLOPIN OG MYRD EFTIR BOÐUM FRÁ SUDANSKUM MYNDUGLEIKUM. SKRIVA UNDIR OG HJÁLP OKKUM AT STEÐGA TEIMUM ÓGVISLIGU SAMANBRESTUNUM MILLUM HERIN OG FÓLKIÐ. Síðan desembur 2018 hava djarvir sudanarar mótmælt á gøtum og torgum til frama fyri frælsi, frið og rættvísi í landinum. Tey friðarligu mótmælini høvdu í apríl við sær, at forsetin…

KINA: HJÁLP OKKUM AT FÁA CHEN BING LEYSLATNAN

KINA: HJÁLP OKKUM AT FÁA CHEN BING LEYSLATNAN

EIN KINESISKUR AKTIVISTUR ER DØMDUR TRÝ ÁRA FONGSUL FYRI AT GERA VART VIÐ ÁRSDAGIN FYRI VALDSGERÐIRNAR Á HIMMALFRIÐARTORGINUM Í BEIJING. SKRIVA UNDIR OG HJÁLP OKKUM AT FÁA CHEN BING LEYSLATNAN.   Nú um dagarnar eru 30 ár liðin, síðan herurin tók seg inn á Himmalfriðartorgið í Beijing at forða kinesarum í túsundatali í at mótmæla…

SLEPPIÐ SAUDIARABISKU NASSIMU AL-SADA LEYSARI

SLEPPIÐ SAUDIARABISKU NASSIMU AL-SADA LEYSARI

SAUDIARABISKA MANNARÆTTINDASTRÍÐSKVINNAN NASSIMA AL-SADA HEVUR SÍÐAN JUNI 2018 VERIÐ FONGSLAÐ ORSAKAÐ AV SÍNUM STRÍÐI FYRI KVINNURÆTTINDUM. SKRIVA UNDIR, SO AT HON KANN VERÐA LEYSLATIN. Nassima al-Sada situr framvegis í fongsli fyri sítt friðarliga virksemi til at bøta um rættindini hjá kvinnum í Saudiarabia. Hon hevur eitt nú virkað fyri rættinum hjá kvinnum at koyra bil…

STEINGIÐ LOYNILEGURNAR Í KINA

STEINGIÐ LOYNILEGURNAR Í KINA

Í LØTUNI SITA UPP ÍMÓTI EINARI MILLIÓN FÓLK Í FANGALEGUM Í KINA. Í LEGUNUM ROYNA MYNDUGLEIKARNIR AT ALA TEY UPP AV NÝGGJUM. UMSTØÐURNAR ERU ÓMENNISKJANSLIGAR, GREIÐIR EIN FYRRVERANDI FANGI FRÁ. SKRIVA UNDIR, SO AT VIT KUNNU LEGGJA TRÝST Á KINESISKAR MYNDUGLEIKAR OG FÁA LEGURNAR STONGDAR.   Í Xinjiang-landslutinum í útnyrðingspartinum av Kina sita úti við…