2048-ættarliðið: Tíð at seta seg uppímóti og umbroyta

2048-ættarliðið: Tíð at seta seg uppímóti og umbroyta   Í 2023 hevur ST-heimsyvirlýsingin um mannarættindi 75 ár á baki. Sprottin úr øskuni eftir seinna heimskríggj, í skugganum av tí versta, sum mannaættin hevur staðið fyri, helt heimsyvirlýsingin lytftið um ein heimsfevndan sáttmála fyri rættvísi og viðurkenning av ‘jøvnum og ómissandi rættindum’ til øll.  Summi ivast…

Ísrael/hersettu palestinsku økini: USA skal ikki forða fyri, at vápnahvíld verður kravd

07.12.2023 Ísrael/hersettu palestinsku økini: USA skal ikki forða fyri, at vápnahvíld verður kravd   USA og hini limalondini í Trygdarráði Sameindu Tjóða skulu stuðla eini samtykt, sum í stundini krevur vápnahvíld millum allar partar í hersetta Gazageiranum og Ísrael. Tað sigur Amnesty International nú dagin eftir, at aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres, heitir staðiliga  Trygdarráðið…

Skriva fyri lívi 2023

 SKRIVA EITT BRÆV – BROYT EITT LÍV  SKRIVA FYRI LÍVI 2023 Nú fara vit aftur at ‘skriva fyri lívi’. Hvørt ár í desembur mánaði skriva fleiri milliónir menniskju kring allan heimin brøv –   brøv, sum bjarga lívum og birta vón . Amnesty International byrjaði sum rørsla, tá ið fólk kring heimin skrivaðu til portugisisku stjórnina um at…

Pabai og Paul

Í áratúsund hava forfedrarnir hjá Pabai og Paul búðleikast á oyggjunum í Torressundinum í norðasta parti í Australia. Nú er lívsgrundarlagið hjá teimum – sum hjá upprunafólki er tætt knýtt at landi og sjógvi – í vanda orsaka av veðurlagsbroytingum. Verður ikki búgvandi á oyggjunum, verða Pabai og Paul noyddir at bróta hetta tilknýtið og…

Ísrael og hersettu palestinsku økini: avtala um at leyslata gíslar og fangar skal slóða fyri fleiri leyslatingum og varandi vápnahvíld

Ísrael og hersettu palestinsku økini: avtala um at leyslata gíslar og fangar skal slóða fyri fleiri leyslatingum og varandi vápnahvíld   Ísrael og Hamas hava gjørt avtalu um at 50 gíslar – flestu ísraelskar kvinnur og børn – verða leyslatnir í býti við 150 palestinskar fangar – fleiri av teimum børn – og ein humaniteran støðg…

Samhugatiltak – verjið sivila fólkið

Stríðið millum Ísrael og Hamas er harðnað sum ongantíð áður, og hevur havt vanlukkuligar avleiðingar fyri tað sivila fólkið í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum. Leygardagin kl. 15 savnast vit á Speakers Corner til eitt samhugatiltak. Vit vísa samhuga við teimum, ið hava latið lív og teimum, sum eru fangaði í vanlukkuliga stríðnum. Vit heita…

Ísrael og hersettu palestinsku økini: økta stríðið

ØKTA STRÍÐIÐ Í ÍSRAEL OG HERSETTU PALESTINSKU ØKJUNUM Økta stríðið í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum er ein álvarsom hóttan móti vanliga fólkinum í Gazageiranum og Ísrael. Amnesty International heitir á allar partar í stríðnum um at virða altjóða humanitera lóg, sum áleggur øllum pørtum í vápnaðum stríði at verja sivila fólkið.  Stríðið hesuferð kyknaði,…

Ísrael og hersettu palestinsku økini: fáið í lag vápnahvíld

26.10.2023 Ísrael og hersettu palestinsku økini: Amnesty International heitir á at fáa í lag vápnahvíld   Amnesty International heitir á at fáa í lag eina vápnahvíld millum allar bólkar í Gazageiranum og Ísrael fyri at forða fyri, at fleiri ósek lata lív, fyri at tryggja lívsneyðuga hjálp inn í Gazageira og so umstøðurnar gerast betri…

Ísrael og hersettu palestinsku økini: greið prógv um krígsbrotsverk

20. oktobur 2023 Greið prógv um krígsbrotsverk   Meðan ísraelsk hernaðarlið økja um vanlukkuligu álopini á Gazageiran, hevur Amnesty International skjalprógvað ólóglig álop. Álopini, har tað ikki verður skilt millum sivil og hernaðarlig mál, og sum hava viðført dráp av sivilum í túsundatali, skulu kannast sum krígsbrotsverk.  Amnesty International hevur tosað við eygnavitni og við…

Ísrael og hersettu palestinsku økini: ísraelsk hernaðarlið hava brúkt skotvápn við hvítum fosfori

13.10.2023 ÍSRAELSK HERNAÐARLIÐ HAVA BRÚKT SKOTVÁPN VIÐ HVÍTUM FOSFORI Crisis Evidence Lab hevur váttað, at ísraelsk hernaðarlið hava brúkt skotvápn við hvítum fosfori. Í løtuni kanna vit álop, har varhugi er fyri, at skotvápn við hvítum fosfori hava verið brúkt t.d. í einum álopi við eitt hotell á strondini í Gaza býi.  Hvítt fosfor er…