Spyr bara – sex krevur Samtykki

Í ár, í 2022, varð stig tikið til at broyta neyðtøkuásetingina í revsilógini til at verða samtykkisgrundaða og harumframt herða revsingina fyri neyðtøku. Sjeynda árið á rað fer Samtykkisamstarvið at skipa fyri summarátaki. Endamálið við #Samtykki átøkunum hevur øll árini verið at minna á og at varpa ljós á júst tann veruleika, at uttan samtykki…

Samtykkilógin samtykt

Samtykkilógin samtykt 2. mai samtykti Føroya Løgting at broyta ásetingina í neyðtøkulógini, so hon nú byggir á samtykki. Hesa broyting gleðast vit um í Amnesty. Í fleiri ár hava vit arbeitt við neyðtøkuøkinum, har vit m.a. hava gjørt vart við, at SEX KREVUR SAMTYKKI. Hetta sæst nú aftur í lógini, sum nú staðfestir, at um…

Amnesty hevur fingið nýggja nevnd

Amnesty hevur fingið nýggja nevnd   Amnesty Føroyar hevði aðalfund hósdagin 28. apríl.   Eftir fleiri ár í nevndini og í ungdómsbólkinum takka Annika og Dánjal fyri seg, tí tey flyta av landinum í lestrarørindum. Regin, Anna og Milia stóðu fyri vali, og valdu øll at stilla upp aftur. Harafturat vóru trý nýggj andlit, sum…

Aðalfundur 2022

Aðalfundur hjá Amnesty Føroyum verður í Smæruni hóskvøldið 28. apríl kl. 18.00 – 19.30. Skrá sambært lógum felagsins (tær kunnu lesast her) Øll eru hjartaliga vælkomin. Mál á skrá? Ynskir tú at fáa mál á skrá, skal hetta fráboðast í telduposti til nevndia í seinasta lagi 25.apríl (chair@amnesty.fo). Øll kunnu seta spurningar til nevndina á…

Vaksandi óstøðugleiki og ójavni í heiminum

2021 skuldi havt verið eitt ár við endurreising og stuðli eftir tær víðfevndu avleiðingarnar, sum Covid-19 hevði fyri rættindir og lívskor hjá fólki í milliónatali. Í staðin varð árið merkt av uppaftur størri ójavna og einum óstøðugleika, sum fer at merkja heimin tey næstu árini, ávarar Amnesty International í ársfrágreiðingini hjá felagsskapinum.   Heimsins ríku…

Nýggj neyðtøkulóg

Amnesty gleðist um, at nýggja neyðtøkulógin byggir á samtykki Hósdagin 17. mars var fyrsta viðgerð av uppskoti um broytingar í lógini um neyðtøku. Út frá orðaskiftinum í Løgtinginum kann tykjast, at tað er breið semja um, at vit hava tørv á nýggjari neyðtøkulóg.  Í Amnesty gleðast vit um, at uppskotið um nýggja neyðtøkulóg byggir á…

Um kropp, kenslur og mørk í VIKU SEX

Nú aftur er farið at lýsna uttandura, stendur eisini VIKA SEX fyri durðum. Og aftur í ár verður skipað fyri seksualundirvísing á føroysku miðnámsskúlunum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík. Triðja árið á rað eru tað undirvísarar úr felagsskapinum Kyn, sum standa fyri undirvísingini, har ung undirvísa ungum. Ein slóðbrótandi nýggjur partur av undirvísingini er ein føroyskt…

Nýggj frágreiðing: Ísraelski staturin fremur apartheid móti palestinum

”Okkara frágreiðing avdúkar sanna vavið av ísraelska apartheitstýrinum. Uttan mun til um palestinar búgva í Gazageiranum, Eysturjerusalem, Hebron ella í Ísrael, verða palestinar viðfarin, sum vóru tey minni verd og verða teirra rættindini miðvíst tikin frá teimum. Í okkara løgfrøðiligu greining funnu vit út av, at politikkurin hjá Ísrael mótvegis palestinum, sum fevnir um at…