Ísrael og hersettu palestinsku økini: sivil í Ísrael, Gazageiranum og hinum hersettu palestinsku økinum skulu verjast

07.10.2023 SIVIL Í ÍSRAEL, GAZAGEIRANUM OG HINUM HERSETTU PALESTINSKU ØKJUNUM SKULU VERJAST   Amnesty International er skelkað av støðuni í Ísrael og Gazageiranum. “Vit eru djúpt skelkaði av veksandi talinum av deyðum í Gaza, Ísrael og Vestara áarbakka, og heita vit á partarnar í stríðnum um at virða altjóða lóg og gera alt fyri, at…

Egyptaland: Fongslaður og píndur fyri at finnast at stýrinum

Eftir órættvísan rættargang varð egyptiski-bretski aktivisturin Alaa Abdel Fattah dømdur fimm ára fongsul fyri at hava ”borið falstíðindi”. Í góð trý ár hevur hann sitið avbyrgdur í einum lítlum fangakliva við vánaligari útlufting og ongari madrassu og song. Hann er vorðin píndur og sleppur hvørki at tosa við sakførararnar hjá sær ella at fáa konsulshjálp…

Latið familjurnar syrgja

Eitt ár eftir at Jina Mahsa Amini varð dripin: LATIÐ FAMILJURNAR SYRGJA Í FRIÐI   Gott ár er liðið síðan Jina Mahsa Amini doyði av løstinum, hon fekk, eftir at siðlagløgreglan í Teheran bardi hana av. Orsøkin var, at turriklæð hennara ikki sat, sum tað átti sambært iranskari lóg. Hetta gjørdist byrjanin uppá ein fólksligan…

Amnesty Ung á G! 

AMNESTY UNG Á G! G! Festivalurin var um vikuskiftið, og aftur í ár var Amnesty Ung við.  Í fjør fingu vit nýggja áseting í neyðtøkulógini, sum staðfestur, at sex uttan samtykki er neyðtøka. Okkara ungU hildu, at tað var ógvuliga týdningarmikið aftur í ár at varpa ljós á lógina, á kropslig mørk og samtykki.  Súklan…

Nevndin hevur skipað seg 

Nevndin hevur skipað seg   27. apríl var ársaðalfundur hjá Amnesty International Føroyum.Nevndarval var tí eisini á skránni, og áhugin var stórur at koma í nevndina.  Bergtóra Patursson er nýggj forkvinna, og umframt hana eru hesi í nevndini: Regin Berg, Milia Egilstrø, Michael Anthony Charles Johannesen, Shakeel Jamil, Elin Sólvør á Løgmansbø, Anna Joensen-Næs, Ragna…

Ein millión undirskriftir sendar FIFA

BRÆV VIÐ EINARI MILLIÓN UNDIRSKRIFTUM SENT FIFA: KREVJA RÆTTVÍSI FYRI MISBRÚKTAR HM-ARBEIÐARAR   FIFA hevur fingið eitt bræv við einari millión undirskriftum, har ið kravt verður, at FIFA veitir gestaarbeiðarunum, sum vóru fyri ræðuligum mannarættindabrotum, í sambandi við at HM í fótbólti í 2022 varð fyrireikað í Katar, endurgjald. Avaaz og Amnesty International savnaðu undirskriftirnar…

Altjóða ársfrágreingin 2022

Altjóða ársfrágreingin fyri 2022   Á hvørjum ári gevur Amnesty International frágreiðing út, har víst verður á mannarættindastøðuna í farna ári. Í ársins frágreiðing er m.a. at lesa:   Ársfrágreiðingin hjá Amnesty International fyri 2022 varpar ljós á dupultstandardar kring heimin, tá ið ræður um mannarættindi, og at altjóðasamfelagið ikki hevur megnað at staðið saman…

Fleiri neyðtøkur meldaðar

FLEIRI NEYÐTØKUR MELDAÐAR TIL LØGREGLUNA 1. juni kom nýggja ásetingin í neyðtøkulógini, sum staðfestur, at sex uttan samtykki er neyðtøka, í gildi. Tøl frá løgregluni vísa, at tað vórðu fleiri neyðtøkur meldaðar í 2022 enn undanfarin ár. Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, sigur í samrøðu við Kringvarpið, at hon metur orsøkina vera, at fleiri neyðtøkur vórðu…

Neyðtøkutilbúgving í eitt ár

NEYÐTØKUTILBÚGVINGIN VERIÐ VIRKIN Í EITT ÁR 1. mars í 2022 lat nýggj neyðtøkutilbúgving upp á Landssjúkrahúsinum, og síðan hevur ikki verið neyðugt at melda neyðtøku til løgregluna fyri at fáa kanning. Eftir, at tilbúgvingin hevði verið virkin í eitt ár, var innslag í Degi og viku við Dianu Reynstind, serlækna í kvinnusjúkum, og Jórunn Højgaard,…

Altjóða kvinnudagur – kvinnur skulu ráða yvir egnum kroppi og nøring

ALTJÓÐA KVINNUDAGUR 2023 – KVINNUR SKULU RÁÐA YVIR EGNUM KROPPI OG NØRING   Í dag, á altjóða kvinnudegnum, hava vit handað løgmanni, Aksel V. Johannesen, undirskriftir stílaðar Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum, sum varar av abortlógini, men er í barnsburðarfarloyvi í løtuni. Í Amnesty International Føroyum halda vit, at vit hava tørv á dagførdari…